ELDVITNI

Tá birtist honum eingil Harrans í eldsloga, sum steig upp úr miðjum tornarunni;
og tá ið hann hugdi gjøllari, sá hann, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, men
brann tó ikki upp.

Mós. 3,2

Tá ið stórir meistaraskapir sum OL byrja, verður eldurin kyndur, og hann
brennur so leingi, sum teir olympisku leikirnir vara.

Tá ið eldurin brennur, hendir nakað, sum hevur stóran týdning. Gud talar
gjøgnum eldin. Móses varð kallaður gjøgnum hin brennandi tornarunnin. 2. Mós.
3,2 Tornarunnurin brann og brann, men brendi ikki upp Tornarunnurin vakti
ongan ans, men eldurin gjørdi tornarunnin til eina óvanliga sjón.

Tað er, sum Gud sjálvur vil siga við Móses: ”Soleiðis sum tornarunnurin brennur,
soleiðis skal eldur mín brenna gjøgnum teg, og tú skalt vera eitt eldvitni fyri meg.
Tí skalt tú fara til Fárao og leiða fólk mítt út úr Egyptalandi. Mósesi tørvaði eina
sterka uppliving og eitt sterkt kall fyri at taka ímóti avbjóðingini.

Tá ið Gud skuldi vísa, um hann var sannur ella ikki, um hann svaraði bønum ella
ikki, var prógvið eldurin, sum kom niður av Himli. ”Ákallið tit tá navn guds
tykkara, og eg skal ákalla navn Harrans. Tann gudur, ið tá svarar við eldi, hann er
Gud!” Tá svaraði alt fólkið og segði: ”Henda ætlanin er góð!” 1. Kongb. 18,24. Gud
svaraði við eldi, og tað varð opinberað, at eingir gudar eru til uttan Hann!

Tað var eldurin, sum vakti Móses, og sum boðaði frá, at okkurt týdningarmikið
fór at henda. Tað var eldurin á fyrsta hvítusunnudegi, sum broytti lívið hjá
lærusveinunum og framtíð teirra. Bangnir og innanhoknir lærusveinar vórðu
fullkomiliga broyttir. (Áps. 2,1-4) Eldtungur settu seg á hvønn einstakan teirra.
Gud sendi eldin.

Endamálið við eldinum er at festa eld í okkum, soleiðis at vit brenna – men verða
ikki útbrend. Endamálið er, at vit fáa útint tað, Harrin vil við lívi okkara. Tað er
syrgiligt og álvarsligt, tá ið vit kristnu halda, at vit kunnu klára okkum uttan Guds
eld. Vit eru smá og avmarkað. Eldurin er tendraður. Eldurin er sendur. Lat
Heilaga Andan arbeiða ígjøgnum teg. Tá henda yvirnatúrlig ting, og tað verður
opinberað, at Gud sanniliga er okkara millum.
Effie Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina