Guds gáva nummar eitt.

Hann fyrigevur øll misbrot tíni …”  (Sálm 103,3)

 

”Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans!

Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans!”

Soleiðis byrjar Dávid sálm 103. Síðani nevnir hann mangar av vælgerðum Harrans. T.d. at Harrin veitir miskunn, er mildur og náðigur og hevur umsorgan fyri børnum sínum. Spurdu vit fólk, hvør Guds gáva nummar eitt er, so høvdu svarini óivað verið ymisk.

Fyri mær at vísa seg, so var Dávid vísur í hesum spurningi. Guds gáva og vælgerð nummar eitt var: ”Hann fyrigevur øll misbrot tíni.” Syndanna fyrigeving var fyri Dávidi ikki bara gáva nummar eitt, men hon var samstundis Guds dýrasta gáva og tann gávan, honum tørvaði fram um allar aðrar.

Hvussu nógv tað kostar Gudi at geva okkum gávur sum t.d. lívið, heilsu, heim, arbeiði, miskunn umsorgan…, veit eg ikki. Bíblian sigur tó, at fyrigeving syndanna var honum dýr. Avbera dýr. Prísurin var hansara egni sonur. Hon kostaði Jesusi lívið, tí at uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving. Blóðið av bukkum og kálvum var ikki nóg mikið. Ofrini í Gamla testamenti vóru ein ímynd av tí fullkomna og lýtaleysa ofri, sum Gud sjálvur ofraði á Golgata einaferð fyri øll, Jesus Kristus. Tí kann Jóhannes skriva, at blóð Jesu, sonar Guds, reinsar okkum frá allari synd.

LES EISINI  Andin gevur fyrigeving og lív

Hetta eru frelsutíðindi til syndarar. Heilivágurin fyri syndir er komin. Nú finst vón fyri bjarging. Frelsan er fullgjørd. Kristi blóð hevur runnið og hevur strikað alla, ja, alla heimsins synd. Tær syndir, sum eru játtaðar fyri Jesusi, fjalir hann fullkomiliga í blóði sínum. Gud sær tær ikki. Hann gloymir tær fullkomiliga og kastar tær í gloymskunnar hav. Har er veiðibann. Hetta er eisini galdandi fyri tær syndir, sum tú hevur trupult við at gloyma og fyrigeva tær sjálvum.

Syndanna fyrigeving er tí størsta gáva, eitt menniskja kann fáa lut í. Gávan borgar fyri, at Guds favnur og Paradís eru opin fyri syndarum. Hevur tú játtað syndirnar og biðið um fyrigeving, ert tú eitt Guds barn. So eigur tú størstu, bestu og dýrastu gávu.

 

Fyrigeving syndanna

Kristus hevur vunnið,

gevur gleði barnanna,

heimið aftur funnið!

Syndafyrigeving fær

hvør, í iðran vendir sær

til Gud faðirs náði.

Ms. 393

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina