Gudstænasta: Bøn fyri Ukraina

Í samband við álvarligu støðuna í Ukraina skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu í kvøld. Nógv líknandi tiltøk verða skipað í kirkjum um alt landið.

Bøn fyri Ukraina í Vesturkirkjuni týskvøldið, 1. mars, kl. 19.30 skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina. Vit biðja fyri friði og framtíð fyri tað ukrainska fólkið og øllum teimum, sum eru rakt av krígnum.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur eina andakt, og prestarnir taka lut.
Kim Hansen framførir við sangum sínum.
Høvi verður at fáa eina samrøðu, og drekka verður aftaná.

Øll eru vælkomin!
Prestarnir

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina