Hægsta tal á innskrivingum í donsku fólkakirkjuna í 15 ár

Talið á nýggjum limum í donsku fólkakirkjuni í einum kvartali hevur ikki verið eins høgt síðan 2007

Eitt skifti sá tað svart út viðvíkjandi limagrundarlagi fólkakirkjunnar og framtíð hennara, tá hon skrásetti eitt óhoyrt lágt tal av dópum. Hetta fekk fleiri av kirkjunnar aktørum til at grunda um, hvussu kirkjan, tá farsóttin var farin afturum bak, kundi innheinta tað forsømda, og tosað varð um bæði barnadóp og kunningarherferðir til nýggj foreldur.

Nú bendir nakað á, at átakið eydnaðist. Dansk Statistik almannakunngjørdi hósdag limahagtølini fyri annað kvartal av 2022, og hagtølini vísa hægsta talið av innskrivingum í fólkakirkjuna í 15 ár, samanborið við annað kvartal øll hesi undanfarnu árini.

14.311 vórðu sostatt doypt ella funnu á annan veg inn í fólkakirkjuna í apríl, mai og juni 2022, og tað eru 2009 fleiri enn í 2019, áðrenn korona-farsóttin brast á. Mann skal altso heilt aftur til 2007 fyri at kunna skráseta eitt hægri tal. Tá vórðu 14.600 meldað inn.

”Hetta eru eini gleðilig tíðindi. Eg haldi, at partur av frágreiðingini er, at stórur partur av fólkakirkjuni hava havt eitt stórt fokus á dópin. Tað kann serliga merkjast, tá tosað verður við prestar og meinigheitsráð, sum nógva staðir ger nógv út av at vera útvend og aktivt uppsøkjandi yvirfyri nýggjum foreldrum,” sigur hann og greiðir víðari frá, hví eitt høgt dópsprosent sambært honum er so týðandi:

”Dópurin er so óendaliga meiningsfullur, tí hann er við til at seta barnið inn í ein størri samanhang enn bara tann familjan. At fáa tað at vita, at tú ert eitt Guds barn, tað hevur stóra tyngd í einum samfelagi, har trýstið á tann einkulta er stórt. Har er tað so týdningarmikið, at mann verður valdur til, at mann er nakað annað og meira enn bara eitt nummar í røðini,” sigur Elof Westergaard. Við til søguna um tey høgu dópstølini hoyrir eisini, at fleiri børn vórðu borin í heim enn fyri 15 árum síðan. Vøksturin í tølunum av føðingum svarar kortini ikki heilt til hækkingina í talinum av dópum.

Tølini herundir eru av innmeldingum í donsku fólkakirkjuni annað kvartal frá 2007 – 2022

LES EISINI  Støðugt færri taka seg úr donsku fólkakirkjuni

2007K2 14.600

2008K2 13.806

2009K2 14.283

2010K2 14.135

2011K2 13.645

2012K2 12.275

2013K2 11.762

2014K2 11.732

2015K2 11.479

2016K2 12.330

2017K2 12.210

2018K2 12.554

2019K2 12.302

2020K2 4.960

2021K2 11.558

2022K2 14.311

Kristelig Dagblad: Philip Christoffersen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina