Halda fast í upprisna Kristusi mitt í krígnum í heilaga landinum 

Nú gott hálvt ár er liðið síðan kríggið brast á í Ísrael og Gaza, hevur SAT-7 tosað við tey hart trongdu kristnu í umráðnum. Sjálvt í hesi oyðileggjandi ósemjuni, finna tey vón og frið í Jesu Kristi uppreisn. 

Lívið í krígsøkinum

SAT-7 sendingin ”You are not alone” tosaði við ein av teimum kristnu í krígsumráðnum. Hesin greiddi livandi frá skelkandi upplivingum, sum kristna samkoman hevði. Í samkomuni eru uml. 900 fólk. 

– Eg búði í einum bygningi, har tey flestu vóru kristin. Orsakað av einum álopi, rapaði bygningurin, og so áttu vit einki heim longur. Vit máttu søkja okkum hjálp í kirkjuni. Vit búgva nú inni í kirkjusalinum og sova á gólvinum. Vit eru yvir hundrað fólk í einum rúmi, og soleiðis hava vit nú búð í eitt hálvt ár. 

Fíggjarstøðan er vánalig og økir um neyðina. Tað er ikki nógv matvøra at keypa og prísirnir eru sera høgir. 

– Jólini, nýggjárið og páskirnar hava staðið í skugganum av krígnum – eingin gleði ella veitsluhýrur. Vit eru sorgarbundin um missin av onkrum av okkara kæru, sum eru fallin í bardaganum. Men kirkjan heldur áfram við at biðja.

LES EISINI  Video av djúpasta yvirgangstunli hjá Hamas

Hóast umstøðurnar, standa tey trúgvandi føst í trúnni og vónini og rætta hendurnar út í kærleika til onnur.

– Vit tóku ta avgerð í felagi antin at doyggja saman ella at liva saman í kirkjuni. Vit verja kirkjuna og kirkjan verjir okkum. Vit fara ikki úr kirkjum okkara óansæð hvat ella hvussu torført tað verður. Vit hava eitt pláss til børnini og til tey sum bera brek. Hesi eru ikki kristin, men kirkjan tekur sær av teimum og roynir at hjálpa teimum. Vit hjálpa teimum sum eru rundan um okkum.

Hann læs óræddur úr Sálma 18:3 «Harri, klettur mín, borg mín, høli mítt, Guð mín, vernd mín, har eg fái lívd; skjøldur mín, virki mítt, horn mítt, har eg fái frelsu.» Eg biði um, at kríggið má enda og at gleðiboðini um Jesu kærleika mugu breiðast út. 

Friður í pínsluni

SAT-7 sendi eisini eina serliga páskasending við heitinum ”Vónin í Jesu uppreisn”, har ymiskir prestar svaraðu spurningum sum t.d. ‘Hví rættvis líða, tá tey eru skapt og elskaði av Guði.’

– Tað er einki svar uttan í Jesu Kristi lívi. Jesus var rættvísur, men upplivdi pínu, sum gevur meining til ta pínu, sum vit nú uppliva. Guð er til staðar, og í pínuni merkja vit hansara nærleika. Hann gav okkum ikki frelsu við orðum ella undrum, men ígjøgnum pínu og líðingar sínar, segði Bernard Poggi. 

LES EISINI  Kríggj í Ísrael: Fleiri føroyingar boða frá, at tey hava tað gott

Kirkjuleiðari í Betlehem sigur soleiðis: 

– Friðin, sum vit kenna, hava vit í upprisna Kristusi sjálvum, mitt í stríðnum. Uppreisnin gevur okkum vón; Jesus kom út úr stongdari grøv og gav okkum lív. 

Kvinnunar komu fyrstar og sorgarbundnar til grøvina. Krossfestingin hevði verið øgilig og fylti framvegis sinni teirra. Men uppreisnin broytti lív teirra fulkomuliga. Uppreisnin gav teimum nýggja vón og styrki, og í trúnni á Hann fingu tær eisini lut í sigri hansara yvir deyðanum. Hetta sama er galdandi fyri okkum í dag.  

Uppreisnin er eisini Jesu sigur yvir hatri, hevnd, ótta, sorg og ráðaloysi. Guð eigur tað seinasta orðið. Latið okkum líta á Harran. Tað kemur ein tíð, har vit skulu lovprísa honum. Vit syrgja ikki eins og tey, sum onga vón eiga, tí Jesus reis upp frá deyðum. 

Í sjónvarsendingini ”Vónin í Jesu Kristi uppreisn» sigur leiðarin á Bethlehem Bible College: 

– Her í heilaga landinum hava vit altíð havt avbjóðingar, sum tað eisini eru og hava verið í øðrum londum í Miðeystri. Boðskapurin um vón og uppreisn er ikki bara galdandi okkum, men øllum, sum lyfta upp eygu síni til Harrans, biðja um fyrigeving og náði og uppreisnarmegi til at liva í trúgv undir øllum viðurskiftum.

LES EISINI  Fyrilestur: Sertøða Ísraels

Orð hansara vóru ein sterk stimbran til øll kristin í umráðnum, sum eru rakt av krígnum, og ein áminning um at biðja fyri hesum djørvu brøðrum og systrum í hesi royndartíð. Sjálvt tá hjartað er sorgarbundið og tungt, finna vit vón í Guðs óvikandi trúfesti.

Sálmur 122:6-7 sigur: «Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennara tjaldbúðum fyri! Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum!” 

  • Biðið um hjálp til øll tey, sum líða 
  • Biðið um, at gíslar vera leysgivnir 
  • Biðið fyri teimum hundratals børnum, sum eru heimleys við ongum foreldrum 
  • Biðið fyri syrgjandi familjum 
  • Biðið fyri frelsu, friði og rættvísi 

Kelda: SAT-7 (leysliga umsett og stytt)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina