Haldið tykkum nær at Gudi, so skal hann halda seg nær at tykkum.

Trúboðin

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Vivi Hammer hevur sent okkum henda vitnisburð:

Eg havi livað so mikið leingi, at eg væl veit, at tíðir eru í lívinum, har alt kennist tungt og uttan meining. Men tað er í tungu løtunum, at minnini um tær løttu løturnar minna meg á, at Gud er har, um enn eg ikki føli tað so. Og tað var í tungu løtunum, tá eg ikki ein gongd orkaði at lesa, at orðið las fyri mær, minti meg á og uggaði meg, inntil eg aftur var  nóg frísk til at lesa sjálv. Men tað kundi tað bara, tí eg hevði lagt mær orðini í geyma við dagliga at lesa í Guds orði.

Í februar, fóru vit ein túr til Tenerife. Longu í august høvdu vit bestilt henda túrin, sum vit gjørdu saman við dóttur okkara, báðum teimum eldru ommu og abbasynunum, sum eru 3 og 4 ára gamlir og so hinari ommuni og abbanum.

Vit flugu niður og skuldu so víðari harfrá aftaná at hava støðga eina nátt. Áðrenn vit fóru avstað, tók eg eitt mannakorn og fekk Jesaja 43,2:  Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær.

Av tí, at vit komu til Danmarkar um morgunin, helt hin omman, at vit skuldu fara at hyggja eftir Rundatorni, tí hetta hevði elsti ommusonurin tosað um. BUBU hevði verið í Rundatorni.

Vit høvdu ein deiligan túr við góðum veðri, um enn kalt. Vit endaðu við at fara ein kanaltúr, har vit so eisini sóu víðagitnu havfrúnna.

So fóru vit avstað við flogfari til Tenerife. Um morgunin høvdu vit lisið og biðið, sum vit vanliga gera. Jú, vit fóru púra trygg avstað.

Veðrið var gott at flúgva, túrurin skuldi taka umleið 5 tímar, so børnini høvdu teknifilm við og teknibøkur. Dóttirin gjørdi eisini skúlating. Eg má siga, at eg var yvirraskað, at børnini vóru soo góð. J

So eg sat har í mínum sessi – mestsum í tómgongd. Og tá hoyrdi eg eina rødd teska innaní mær: “Tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit.” Og hjarta mítt segði amen.

Eg tók telefonina og leitaði á bíbilappini. Ápostlasøgan 17,28a.

Og so sat eg har; langt uppi í luftini, uttan nakra sum helst ávirkan á flogfar og flogferðslu – og frøddist yvir vissuna um, at líka mikið, hvar eg eri, so er hann har.

Tað kendist gott at verða mint á, at Gud er Gud, um land alt legðist oyðið, og at hansara er mátturin!

Vit høvdu ein deiligan túr við góðum veðri og góðari samveru.

Og so komu vit aftur, beint sum alt broyttist her á landi. Alt kennist løgið, ongi møtir, ongin kirkja, ongin felagsskapur. Tað er tá stuttligt at síggja, hvussu hugflogið á fólki mennist, fyri at sleppa at fjálga um hvønn annan við orði og sangi.

Men eitt er vist. Gud er enn Gud, um land alt legðist oyðið.  Í honum kunnu vit enn liva og vera og rørast. Og tað er trygt, tá alt annað ridlar!