Halgan

Vit hava skrivað eitt sindur um tað nýggja lívið, sum Jesus kann geva, og hvussu hetta nýggja lívið skal verða livað í gerandisdegnum. Bíblian brúkar eina ávísa orðing um hesa søk. Hon talar um halgan. Orðið halgan hevur samband við heilagur. Hvat merkir hetta?

Orðið verður ofta brúkt um Gud sjálvan.

Gud er ein heilagur Gud.

Tað merkir, at Gud er øðrvísi enn menniskjan. Hann er syndafríur og fullkomin. Heilt ígjøgnum reinur og góður. Soleiðis eru vit ikki. Heldur tvørturímóti.

Orðið heilagur verður eisini brúkt um dagar, støð og tænastur. Vit halda sunnudag sum halgidag. Og vit kenna tey heilagu støðini, bæði frá Bíbliuni og í heiminum annars.

Men orðið verður eisini brúkt um menniskju. Tey kristnu verða kallað eitt heilagt fólk, og Gud kallar okkum til at liva eitt heilagt lív. Hetta síðsta hevur samband við halgan. Vit fara at lýsa hesi viðurskifti eitt sindur nærri.

Fyrst: Øll kristin eru heilag í Jesusi!

LES EISINI  Jesus og Barabbas

“Uttan hana skal eingin síggja Harran!” sigur Bíblian (Hebr 12,14).

Hetta merkir, at vit uttan ta røttu halganina eru glatað menniskju! Skulu tú og eg náa himmalin, mugu vit passa inn hjá Gudi. Hava tað reina sinnalagið og tey røttu brúdleypsklæðini. Men hetta hava vit ikki í okkum sjálvum.

Okkum vantar bæði tann reina búnan og tað reina hjartað.

Tað var tí, Gud sendi Jesus í heimin: Fyri at geva okkum nýggj hjørtu og nýggj klæðir.

Hoyr nú, hvat Bíblian sigur:

“Hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara” (Ef 1,4).

“Eisini tykkum, sum áður vóru vorðnir fremmandir og fíggindar í huga tykkara, soleiðis sum tit livdu í illum gerningum, hevur hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami hansara við deyðanum, til tess at lata tykkum koma fram fyri ásjón sína heilagar og lýtaleysar og ólastandi” (Kol 1,22-23).

LES EISINI  Nýggja testamenti

Ein kristin er heilagur í Jesusi. Hansara reinleiki og heilagleiki eru okkum givin í trúnni á hann. Óuppiborið!

Víðari: Øll kristin eru kallað at liva eitt heilagt lív!

“Tráið eftir friði við øll og eftir halgan,” sigur Hebrearabrævið 12,14.

Her snýr tað seg um at liva eitt heilagt lív í gerandisdegnum. Ei heldur hetta megna vit í okkum sjálvum. Men Jesus vil búgva í hjørtum okkara. Gud vil sjálvur forma okkum til við sínum orði og sínum Anda.

Soleiðis ber til at liva eitt nýtt og øðrvísi lív í heiminum! Eitt heilagt lív.

Summi hugsa: – Hetta fer ikki at bera til hjá mær. Hetta megni eg als ikki!

Tað er heilt rætt.

Men Gud hevur ongantíð biðið okkum um at megna tað sjálv.

Jesus segði einaferð: “Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera” (Jóh 15,4-5).

LES EISINI  Tvær náttúrur

Hetta er stóra loyndarmálið í halganini!

 

Til umhugsanar
“Tí at ikki kallaði Gud okkum til óreinsku, men til halganar” (1 Tess 4,7).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina