Hálvtfjórðahundrað konfirmantar og prestar á legu í Nesvík

Tað er einki nýtt, at Leguhúsið í Nesvík mangan er á tremur við fólki í ymsum aldri, og í mong ár er undirtøkan fyri teimum flestu av afturvendandi legunum støðugt voksin.

Nakrar av teimum legunum, ið veruliga “testa” karmarnar, munnu vera konfirmantalegurnar. Tíðliga í morgun komu um 320 konfirmantar, umframt 16 prestar, kokkar (mest foreldur) og hjálparfólk á legu. Hetta luttakaratalið tangerar metið frá í fjør. Tá so nógvir luttakarar eru, gistur ein partur tó í øðrum hølum í økinum.

Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum hava skipað fyri konfirmantalegum í fleiri ár, vanliga einari seint um heystið og einari tíðliga um várið, og seinastu ferðirnar hevur Derhard Jógvansson verið høvuðsleiðari.

Í fleiri ár hava tey eisini bjóðað øðrum prestum við teirra konfirmantum á legu, og tí mugu vit siga, at hesar legur samansjóða konfirmantar úr stórum pørtum av landinum. Umframt tey trý prestagjøldini í og rundanum høvuðsstaðin, eru hesaferð eisini konfirmantar úr fýra prestagjøldum í Eysturoynni, eins og úr Norðstreymoy, Vágum, Sandoy, Suðuroy og Norðoyggjum.

LES EISINI  Brellbiti frá Sangfagnaðinum - nøkur atgongumerki eftir til fyrru konsertina í morgin

Á skránni er bæði “vanlig” konfirmantaundirvísing, hesaferð um kendar persónar í Gamla testamenti, eins og áhugaverdar vitjanir, spøl, aktivitetir, hugni og annað. Legan endar um nátturðatíð í annaðkvøld, tí bæði prestar og konfirmantar (og foreldur) mugu hvíla seg eitt lítið sindur áðrenn gudstænasturnar sunnudagin. Tey lata heilsa, at tey gleða seg til, at nýggja høllin í Nesvík verður liðug.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina