Hann læt tað skína í hjørtum okkara

“Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt. Men vit hava avsagt okkum hinar skammiligu loynigøturnar og fara ikki fram við svikum ella falska Guds orð, men við at kunngera sannleikan, bjóða vit okkum fram fyri samvitsku hvørs mans fyri ásjón Guds. Men um so er, at gleðiboðskapur okkara er huldur við einum skýli, tá er tað millum teirra, sum glatast, at hann er huldur við skýli, hjá teimum, sum gudurin yvir hesum heimi hevur blindað hin vantrúna hugin á, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, hann, sum er Guds mynd, ikki skuldi skína. Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld. Tí at Gud, sum segði: “Úr myrkrinum skal ljós skína fram!” hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guds dýrd í ásjón Krists lýsa fram” (2 Kor 4,1-6).

Jan Johannesen skrivar:

Í Føroyum er stórur munur á tí myrku tíðini og tí ljósu. Um summarið er leingi ljóst, og vit kunnu gera so nógv, sum vit ikki kunnu ársins myrku tíð. Eisini smábørnini leggja merki til, at munur er á ljósi og myrkri. Tey kunnu fara at gráta, tá ið vit koyra inn í ein myrkan tunnil. Bíblian sigur okkum, at heimurin er myrkur. Myrkur, tí vit menniskju fullu í synd. Bíblian sigur okkum eisini, at heimurin er óndur orsakað av syndafallinum.

LES EISINI  Einans gleðiboðskapurin kann sannføra eitt menniskja

Vit lesa í hesum tekstinum, at gudurin í hesum heimi blindar sinnið á teimum, sum ikki trúgva. Hjá øllum menniskjum er gleðiboðskapurin huldur við einum skýli, fyri at vit ikki skulu trúgva. Vit vilja gera tað, vit sjálv hava hug til, ganga okkara egnu leiðir, ja, vera okkara egni harri. Í orðtøkunum stendur skrivað, at “maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar” (Orðt 16,2).

Einki at rósa sær av

Tað er bara Gud, sum er fullkomin. Og tað er bara Gud, sum er góður, eingin annar. Tí at góður er Harrin, lesa vit í Sálmi 100, og hjá Jesaja lesa vit, at um so fjøllini vikast og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja. Okkara vón er Jesus Kristus, Guds sonur. Hann doyði fyri allar okkara syndir. Tí kunnu vit við trúnni á hann liva, hóast vit doyggja. Tað var ikki tí, at vit vóru góð, at Jesus læt seg krossfesta, men tað var vegna hansara góðsku og náði.

Tí hevur tann, sum trýr á Jesus, ikki nakað at rósa sær av. Vit eru ikki frelst av góðum gerningum, men til góðar gerningar, sum vit lesa í Efesusbrævinum.

Heimsins ljós

Á fyrstu blaðsíðu í Bíbliuni lesa vit millum annað, at Gud segði “verði ljós” og tað varð ljós, og Gud sá, at ljósið varð gott. Seinni kom Jesus í heimin sum heimsins ljós. Og í hesum tekstinum hoyra vit um, at Gud læt ljósið skína í hjørtunum á teimum, sum trúgva, fyri at kunnleikin um gleðiboðskapin kann lýsa fram.

LES EISINI  Ljóskontakt og sólarrenning

Lærusveinarnir vórðu umbroyttir, tá teir sóu hin upprisna. Og soleiðis er tað eisini hjá hvørjum tí, sum trýr. Gud brúkar menniskju, sum lata seg brúka. Øll, sum vilja lata seg frelsa av honum, kann hann brúka sum ljós í heiminum. Ikki til at reypa sær av. Men fyri at onnur eisini mugu fáa at síggja og merkja ljósið.

Gud brúkar menniskju sum teg og meg til at broyta heimin. Til at tendra ljós og eina livandi vón í mannahjørtum.

Gud læt ljósið skína

Ein níggju ára gamal drongur, ið nevndist Kaleb, sat ein dagin í sunnudagsskúla í USA, tá ið hann hoyrdi sunnudagsskúlalæraran siga frá um fátækradømi í Miðamerika, um børn sum hvønn dag doyggja av sjúku, ið kann fyribyrgjast við reinum drekkivatni. Lítli Kaleb fekk ein hvøkk og avgjørdi á staðnum at gera okkurt. Teir tjúgu dollararnar, sum hann skuldi brúka til ein nýggjan videospælara, gav hann til endamálið. Hann spurdi pápa sín, um hann eisini kundi stuðla við somu upphædd. Síðani fekk hann eisini hini børnini at koma við og stuðla. Úrslitið gjørdist, at peningur varð til at grava tveir nýggjar vatnbrunnar í landinum El Salvador.

Hesin lítli drongurin er eitt vitni um, at Gud læt ljósið skína í hjarta hansara.

Tað kostar

Á stórmøtunum á Kambsdali í 2014 greiddi Marjan Nielsen so livandi frá um eina unga kvinnu úr Norðurkorea, ið hevði mist bæði foreldrini orsakað av forfylging í heimlandinum. Henda kvinna vildi fara aftur til sítt heimland fyri at siga teimum um Jesus. Hon hoyrdi Jesu kall: “Fylg mær.” Sama sigur Jesus við meg og teg: “Fylg mær!”

LES EISINI  Vit liva eisini í tí størru adventstíðini

Í Dánjalsbók lesa vit um, at tað kostar at vera ljós í myrkrinum. Ja, tað kostar at velja tað góða. Dánjal varð tveittur í leyvubølið, og vinir Dánjals vórðu kastaðir í eldovnin. Kosta, hvat tað kosta vildi, teir vildu tæna tí livandi Gudi og ongum øðrum.

Vit tæna einum livandi Gudi, sum elskar øll. Sum ikki ger mun á einum ríkum føroyingi og einum fátækum afrikanara. Hann kallar okkum at vera ljós, har hann hevur sett okkum. Hann kallar okkum í Matteusar evangeliinum at seta ljósið í ljósastakan, so at tað lýsir fyri øllum, ið inni eru. Hhah

Les Guds orð regluliga

Tí er neyðugt hjá okkum regluliga at lesa Guds orð og gera, sum Orðið sigur. Tí tað er bara við megi frá Harranum sjálvum, at ljósið í hjørtum okkara fær orku og mátt. Lat okkum at enda lesa Filippibrævið 2,13-15: “Tí at tað er Gud, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka. Gerið alt uttan meinskan og iving, fyri at tit mega vera lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guds mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum.”

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 3/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina