HANN LIVIR… (ella ger hann?)

SANGUR: Øll kristin menniskju koma fyrr ella seinni í iva. Í Bíbliuni læra vit um ápostulin, Tummas, ið ikki var til staðar tann dagin, hin upprisni Jesus vísti seg fyri hinum ápostlunum. Men Tummas fekk seg ikki til at trúgva tí, teir greiddu frá, uttan sjálvur at hava sæð og nortið við Jesus. Men tá Jesus kemur inn í eitt høli eina viku eftir uppreisn sína, tá er Tummas til staðar. Hann fekk loyvi til at síggja og nerta við. Men Jesus sendur samstundis eina heilsan til bæði Tummas og øll hini okkara millum: Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!

Nú síggi eg onga orsøk at trúgva, at Jesus ivaðist um Gud, men tað er kanska heldur ikki tað, Yann Martel meinti við, tá ið hann segði, at “Um Kristus dvøldi eina heila nátt í sárari bøn, um hann á krossinum segði: “… »Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?«” so er tað væl eisini loyvt okkum at ivast. Men vit skulu víðari. At velja ivan sum lívsáskoðan, tað svarar til at velja immobilitet sum flutningstól. Hóast Jesus neyvan ivaðist um eksistens Guds, so fór hann ígjøgnum nakrar svárar andaliga bardagar, áðrenn hann náddi fram til sigurs páskamorgun. Men allir teir spurningar, Jesus setti, setti hann TIL Guds. Hann setti aldri spurning VIÐ Gudi.

Og tað er rættiliga stórur munur á hesum báðum. Vinir kunnu seta nógvar spurningar TIL tín, um hví tú nú sigur og ger sum tú gert. Men um teir framhaldandi og áhaldandi fara at seta spurning VIÐ teg, so eru teir ikki longur vinir. Teir eru fíggindar, ið seta spurning VIÐ teg. Teir skapa óvissu um, hvør ið tú ert. Eins og djevulin setur spurnatekin VIÐ Gud. Hevur Gud veruliga sagt….?

Gud kendi veikleikar Tummasar, eins og hann kennir okkara, men Gud gevur okkum frælsi til sjálvi at velja okkara avgerðir. Gud ynskir, at vit skulu gera av, um vit vilja góðtaka hann sum Frelsara okkara. Vit koma aldri at fáa øll svørini her á foldum. Trúgv er at trúgva á tað, vit ikki síggja.

Ivi er ein náttúrligum partur av okkara kristna lívi. Men vit mugu aldri velja ivan sum okkara lívsáskoðan. Í staðin mugu vit nýta ivan til at fáa eina uppbyggjandi samrøðu við hin upprisna Kristus. Her kunnu vit seta fram spurningar til hansara. Tað er hann, ið hevur vald til at skapa trúnna í okkum. Eins og hann nýtti síðstu náttina til at leggja allar sínar tankar fram fyri Gudi, skulu eisini vit leggja okkara tankar fram fyri hann.

Tummas fekk eina samrøðu við Jesus, og náddi fram til, at Maria og lærusveinarnir høvdu rætt. Jesus livir. Á sjónbandinum her hoyra tit frálíka páskasang , Hans-Inge Fagerviks, Tummasar sangur. Hann verður her sungin av Jan Jacobsen. Hanus Thomsen spælir klaver og Ásbjørn Berthelsen hevur umsett sangin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina