Hann spurdi, um hann kundi hálsfevna kvinnuna, sum drap beiggja hansara

6. september í fjør kom løgreglukvinnan Amber Guyger, ið hevði frí, inn í íbúðina hjá grannanum, 26 ára gamla bókhaldaranum Botham Jean í Dallas í USA. Hon segði seinni, at hon helt, at tað var hennara egna íbúð og at Jean hevði brotið inn, og hon skeyt og drap hann.

Í síðstu viku varð hon dømd 10 ára fongsulsrevsing fyri morð.

Beiggi Jean, ið eitur Brandt, slapp at greiða frá í rættinum, og hann vendi sær beinleiðis til Amber Guyger. Úrslitið var ein vakur kristin vitnisburður, sum hevur vakt stóran ans í netmiðlum. Sí filmsbrotið (beinleiðis umseting niðanfyri).

– Eg kann tosa fyri meg sjálvan, eg fyrigevi tær. Og eg veit, at um tú fer til Guds og biðir hann, so fyrigevur hann tær.

Og eg haldi ikki, at nakar kann siga tað – eg tosi aftur fyri meg sjálvan – men eg elski teg akkurát sum ein og hvønn annan.

Og eg fari ikki at siga, at eg vóni, at tú fer at rotna og doyggja, eins og beiggi mín, men nú ynski eg tað besta fyri teg.

Og eg ætlaði mær ongantíð at siga hetta frammanfyri familju míni ella nøkrum øðrum, men eg ynski ikki eingang, at tú fer í fongsul. Eg ynski tað besta fyri teg, tí eg veit, at júst tað hevði Botham ynskt fyri teg.

Og tað besta hevði verið at givið Kristusi lív títt.

Eg fari ikki at siga nakað annað.

Eg haldi, at tað at tú gav Kristusi títt lív, hevði verið tað besta, sum Botham hevði ynskt, at tú gjørdi.

Sum sagt, eg elski teg sum persón, og eg ynski tær einki ilt.

Eg veit ikki, um tað er gjørligt, men góða kann eg ikki geva henni eitt klemm? Góða kann eg ikki?

 

LES EISINI  Tveir fyrilestrar í Vesturkirkjuni um at sættast – annar í sambondum sum heild og hin í hjúnalagnum

Kelda: thegospelcoalition.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina