Hann tekur ei gleðina frá tær

Fyrr í ár vóru harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir.
Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

Hann tekur ei gleðina frá tær,
tann Jesus, ið kallar á teg.
Bert tá kanst av sonnum tú liva,
um Hann kann tær fylgja á veg.

Tú hoyrir tær dárandi røddir,
ið lova tær glitur og gleim,
men eingin ber ljós yvir vegin
sum Hann, ið bar kærleik í heim.

Hann hjálpir í brattastu líðum
og styðjar, um gøtan er hál,
Hann signar tær sólfyltu fløtur
og leiðir teg Sjálvur á mál.

Hann førir teg frelstan um fjørðin
heilt inn á ta himmalsku strond,
og fjalist tín bátur í brotum,
Hann rættir tær bjargandi hond.

Hann tekur ei gleðina frá tær,
Hann gyllir tær gleði og sorg
og letur upp ljósastu salir
til høgtíð í himmalsins borg.

*Trygve Bjerkrkeim (Noreg), 1904-2001.
{Lag: Svenskt fólkalag}.
(Edmund í Garði týddi)

LES EISINI  Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina