Hanna av Tvøroyri tænir teimum fátæku í Hong Kong

Síðst í septembur setti Hanna Fonsdal Højgaard av Tvøroyri seg væl til rættis í flogfarinum. Kósin var sett ímóti Hong Kong. Hon hevði játtað seg at vera volontør í St. Stephen´s Society.

“Eg eri ein av fimm ‘gappies’, sum eru ung, ið koma her at arbeiða í uml. eitt ár, áðrenn vit fara at lesa víðari”, greiðir Hanna Højgaard frá. Hon lýsir gerandisdagin sum øgiliga fjølbroyttan. “Vit arbeiða í teimum ymsu samkomunum og eru við til ymsu átøkini hjá teimum. Eg havi m.a. hjálpt til í ungdómsbólkum, juniorbólkum og smábarna-spælibólkum, hjálpt børnum við skúlatingum og verið úti við toymum, ið fara út at møta fólki og vísa Jesu kærleika. Tað kann vera við at hjálpa teimum at rudda húsið, geva mat, gera ítrótt við tannáringum, práta og mangt annað. Men ein stóran part av tíðini eru vit heima í uppvenjingarheiminum, har eg eri við tannáringagentunum. Vit spæla, perla, svimja, gera ítrótt og hava ymsar skúlatímar saman: enskt, tónleik, dans, o.a.”

“St. Stephen’s Society er ein felagsskapur, sum bleiv til, tí ein ung kvinna, Jackie Pullinger, fekk kallið frá Guði”, greiðir Hanna Højgaard frá. “Gud segði ‘Far!’, og hon fór. Hon møtti neyðini og bað til Guð: ‘Tað hevði verið alt mítt lív vert, um tú vilt brúka meg til at bjarga bara einum’. So líðandi, sum fleiri blivu bjargað úr rúsmisnýtslu, skøkjulevnaði og lívi í neyð, ímyndaði Jackie Pullinger sær, hvussu tær bestu umstøðurnar høvdu verið, til at hjálpa menniskjum, sum ikki verða sædd, hoyrd, vird ella elskað.”

LES EISINI  - Tað, sum tú verður góður við sum barn, tað verður tú eisini góður við sum vaksin

Úrslitið av, at Jackie Pullinger var líðin Guds kalli, er, ein felagsskapur við átta samkomum í Hong Kong umframt arbeiði í øðrum londum, so sum Filipsoyggjunum, Vjetnam og India, og eitt stórt uppvenjingarheim fyri tannáringar og vaksin, sum verða hjálpt úr ymiskum bundinskapi. Og hvønn dag fara toymi út at møta fólki og vísa kærleika, hjálpa og deila gleðiboðskapin um Jesus.

Einasti mátin at hjálpa einum menniskja

Hanna Højgaard greiðir frá, at síðan hon var lítil, hevur hon ynskt at farið út at hjálpa teimum fátæku. Men sum tíðin gekk og hon lærdi meir um alla neyðina í heiminum, helt hon at tað bleiv truplari og truplari at hjálpa teimum fátæku og teimum, sum eru í neyð. Hon skilti, at tey ikki bara manglaðu mat og klæðir, men at trupulleikin er í familjuni ella umhvørvinum ella hjá stjórnini ella í øðrum umstøðum, og tí misti hon næstan mótið: “Hvussu skal man hjálpa teimum?” spyr Hanna Højgaard og svarar: “Eg eri nú komin fram til, at einasti vegurin at bjarga einum menniskja úr neyð, er Jesus, og við hjálp frá honum byggja lívið upp aftur.

LES EISINI  Ein friðarlig loysn má finnast fyri Ukraina

Tá ið Gud signar kalkunirnar

Tá Jackie Pullinger so kom til Hovs í mai og greiddi frá teirra arbeiði, sló eg beinanveg til. Eg føldi, at hetta var júst nakað fyri meg. Eg hevði ætlað mær at brúka hetta árið upp á at fara á bíbliuskúla ella okkurt, áðrenn eg fari at lesa víðari.”

Hanna sigur frá einari frásøgn, sum Jackie Pullinger hevði í Hovi: Fyri nógvum árum síðan, tá St. Stephen´s enn var ein lítil felagsskapur, avgjørdu tey at bjóða teimum fátæku í Hong Kong til ein rættan jóladøgurða. Fleiri túsund fólk komu. Og so byrjaði veitslan. Tá næstan eingin kalkun var eftir, og tað enn manglaðu nógv fólk at fáa at eta, lótu St. Stephen´s fólkini eyguni aftur og bóðu. Tá tey hugdu aftur var fult av kalkun eftir, og tey skóru og góvu øllum, og tað var avlop.

“Á møtinum í Hovi spurdi Jackie Pullinger hvør vildi koma og hjálpa við at skera kalkun? Tað vildi eg!!” greiðir Hanna Højgaard spent frá.

Eitt skriftstað, sum St. Stephen’s altíð vendir aftur til í sínum arbeiði, er Jes. 61:

“Hann hevur salvað meg til at boða fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn.” Hetta er tí, tey gera tað, tey gera.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Eitt av virðunum hjá St. Stephen’s er at bjóða heilaga andanum við og so fara út. “Til hvørt átak, sum eg fari við til, verður biðið fyrst, og hvønn morgun og hvørt kvøld er lovsangur og forbøn, og bíbliutími er hvønn morgun,” greiðir Hanna Højgaard frá.

“Ein stór orsøk til at St. Stephen’s er blivin tann stóri felagsskapurin, hann er í dag, er, tí at fólkini, sum eru komin inn og hava fingið hjálp, fara út aftur at hjálpa øðrum, og soleiðis verða enn fleiri rokkin. Tí er einki tal á limum hjá St. Stephen’s upplýst, tí tað veksur allatíð!”

Bið fyri Hannu og St. Stephens Society

  • Biðja um, at Guð má vælsigna arbeiðið, sum St. Stephen’s ger: At menniskju skulu vera loyst úr bundinskapi, og at tey skulu røkka at hjálpa teimum í neyð.
  • Og bið for Hannu Højgaard. Bið Gud um at brúka hana, har hon kann hjálpa, meðan hon er har. Bið um, at hann styrkir Hannu í arbeiðinum og signar hana í tí arbeiði, hon er við í.

******************************************

Meira fæst at vita um St. Stephen’s Society á heimasíðuni: https://www.ststephenssociety.com
Har eru lesararnir eisini vælkomnir at lesa um tey spennandi arbeiðini, sum St. Stephen’s ger.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina