Ein friðarlig loysn má finnast fyri Ukraina

Fyri umleið einum mánað síðan kom altjóða felagskapurin av lutherskum kirkjum við einum almennum úttalilsi.

Aðalskrivarin mælir til, at átøk verða gjørd fyri at sleppa undan øktum stríði.

(LWI) – The Lutheran World Federation(LWF) eggjar altjóða samfelagnum til alt fyri eitt at taka stig til átøk at forða fyri, at støðan gerst verri í stríðnum millum Russland og Ukraina.

“Vit hava við alt øktari stúran fylgt við, meðan retorikkur og stríð hesar seinastu dagarnar er harðnað millum partarnar og hevur ført til eina støðu, har spenningurin er øktur og ósemja og enntá kríggj er fyri hond,” segði pastor, Anne Burghardt, LWF aðalskrivari. “Vit mæla øllum pørtum í hesum máli til at minka um spenningin og virka fyri friði og stabiliteti. Her má og skal finnast ein friðarlig loysn. Vegna Altjóða Luthersku kirkjuni ynski eg at tryggja ukrainska fólkinum og týsku evangelisk-luthersku kirkjuni í Ukraina um okkara samhuga og forbøn. Mátti friðarinnar Gud játta ukrainska fólkinum troyst og vegleiða politisku leiðararnar at virka fyri friði við vísdómi og eyðmjúkleika.”
LWF 26.1.2022

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina