– Nógv størri opinleiki fyri gleðiboðskapinum millum jødar í dag
– Í dag er nógv størri opinleiki fyri gleðiboðskapinum millum jødar í Norðuramerika, Eysturevropa og eisini í Ísrael. Tað sigur Tuvya Zaretsky, sum í fleiri áratíggju hevur verið leiðari í jødamissión um heimin.
Zaretsky var við til at stovna felagsskapin “Jews For Jesus” í sjeytiárunum og er í dag ein heimsleiðarunum í hesi rørslu. Síðani síðst í nítiárunum hevur hann eisini verið ein av høvuðspersónunum í netverkinum fyri jødamissión í Lausannerørsluni.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Hann vaks upp í eini jødiskari mentan, og ikki fyrrenn mitt í tjúguárum sínum kom hann til trúgv á Jesus gjøgnum ein kristnan starvsfelaga.
Zaretsky gjørdist skjótt virkin í heimsmissión gjøgnum Lausannerørsluna: – Eg var á heimsráðstevnuni fyri heimsevangelisering í Sveits í 1974, hóast eg einans var 27 ára gamal. Tað var fyrstu ferð, at eg møtti hugsanini um heimsmissión.
Í 1980 hevði Lausanne eina ráðstevnu í Tailandi um “ónádd fólkasløg”. Her vórðu fyrstu fetini tikin til at stovna eitt netverk fyri jødamissión í Lausannerørsluni. – Tað er nú eitt av teimum mest mentu netverkunum í Lausanne og tað einasta, sum setur missión millum jødar um allan heimin á dagsskránna, sigur Zaretsky.
Tríggjar evangeliskar bylgjur
Tá Zaretsky skal tosa um framgongdina hjá gleðiboðskapinum millum jødar, byrjar hann við einum søguligum afturliti. Hann greiðir frá trimum bylgjum av messianskari veking.
– Í sjeytiárunum var ein stór bylgja av norðuramerikanskum ungum jødum, sum komu til trúgv á Jesus, og tað talið er vaksið síðani tá, samstundis sum mótstøðan frá tí amerikanska jødiska samfelagnum er minkað, sigur Zaretsky og heldur fram:
– Í nítiárunum skolaði ein andlig bylgja yvir jødiska samfelagið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Hesi nýggju trúgvandi fluttu við russiskt-talandi jødum, sum fóru at flyta til USA og Ísrael. Tað broytti jødiska demografi og hugburðin til gleðiboðskapin millum jødar á teimum støðunum, greiðir Zaretsky frá.
Og sambært Zaretsky er tann triðja bylgjan í gongd – ikki minst í Ísrael:
– Vit síggja nú ta triðju andligu bylgjuna millum yngra partin av ísraelska fólkinum.
Harumframt meta vit, at knøpp tvey prosent av heimsins 12,9 milliónum jødum (um 250.000) í dag eru messiansk.
Kirkjan má umráða seg
– Samstundis síggja vit, at kirkjunnar hugburður til Ísrael, jødar og jødamissión broytist – og talan er kanska ikki um ein bata. Vit hoyra oftari og oftari kirkjunnar leiðarar velja síðu millum jødar og arábarar ella millum ísraelar og palestinar, sigur hann.
Sambært Zaretsky má kirkjan minna seg sjálva á ein týdningarmiklan part av boðskapinum í evangeliinum.
– Ov nógvar kirkjur vanta boðskapin um, at Jesus Messias er einasta vón um frelsu fyri bæði jødar og arábarar og um sáttargerð við Gud og við hvør annan, sigur hann og heldur fram:
– Tann mest dynamiska kirkjan er hon, sum er knýtt at staðbundna samfelagnum og gevur Jesu kærleika í gleðiboðskapinum til kennar, við at møta grannum og fremmandum.
Tað gleðir meg at síggja kirkjur í stórum býum royna at gera fólk, sum ikki trúgva, áhugað í andligum spurningum, sum í roynd og veru siga teimum nakað. Eg havi sæð kirkjur stríðast fyri at kvetta við makligar siðvenjur og royna at blanda seg uppí eitt samfelag, sum bæði er sekulariserað, analfabetiskt bíbilskt talað og loyst frá skipaðum átrúnaði, men sum kortini er andliga svangt, greiðir Zaretsky frá.
Zaretsky sigur seg vera hugkveiktan av kristnum, sum hugsa leingi og væl um, hvussu vit skulu møta nútíðarmentanini.
– Eg vaks upp uttan fyri kristindómin og hoyrdi ofta kristin tosa, sum um tey vóru ein mentanarligur meiriluti í Amerika, ið ikki legði stórvegis í, hvussu onnur hoyrdu tey – altso ikki-frelst, sum eg sjálvur, sigur hann.
Hjálp teimum at hoyra
At enda eggjar og ræður Zaretsky kirkjuni í dag til eyðmjúkt at blanda seg uppí mentanirnar kring okkum. Tí samfelagið er í ferð við at broytast, bæði hugsjónarliga og mentanarliga, og tey kristnu eru noydd at gera seg til reiðar at navigera í hesi nýggju støðuni.
– Samstundis vil eg ráða kristnum leiðarum til at tæna við Guds Orði og at loyva Guds sinni at sleppa til orðanna í okkara mentanum.
Eg vil heldur hoyra frá Jesusi sjálvum, enn hvussu onkur ímyndar sær Jesus.
Kristin eiga at granska og skilja tað “málið”, sum tey, ið ikki kenna Jesus, tosa, fyri at hjálpa teimum at hoyra røddina hjá frelsara teirra, sigur Zaretsky.
Kelda: Christianity Today