Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

Seinastu átta árini hava sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini stuðlað barnarásini hjá kristiligu sjónvarpsstøðini Sat-7. Nú er enn eitt ár gjørt upp – tað eru bússur í sunnudagsskúlunum um landið, umframt fastar flytingar og stuðul frá barnaringum – og 70.000 krónur eru sendar til hesa meiningsfullu verkætlan í Miðeystri. Stuðulin í fjør var 51.500 krónur.

Simba, sum er barna- og juniorarbeiðið hjá Heimamissiónini, takkar hjartaliga fyri dygga stuðulin, og minnir samstundis á stóra familjusunnudagsskúlan, sum verður í Nesvík 28.apríl. Tá vitjar eingin minni enn nýsetti stjórin fyri Sat-7, Rita Elmounayer.

Innsavningin til Sat-7 Kids er støðugt opin, og til ber at stuðla á kontu 6460 182.900.0 og viðmerkja “Sat-7 Kids”.

LES EISINI  Jólaheilsan frá Ritu og Sat-7
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina