Harri mín og Gud mín

“Tummas svaraði og segði við hann: »Harri mín og Guð mín!« Jesus sigur við hann: »Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!«”
Jóh.20,28-29

Tummas orkaði ikki at trúgva, at Jesus var risin upp frá deyðum, hóast tíggju av bestu vinum hansara søgdu, at teir saman høvdu sæð hann upprisnan. Hann mátti síggja tað við egnum eygum.

Orsakað av sterka ivanum hjá Tummasi sýndi Jesus seg á ein serligan hátt fyri honum og gav honum høvi at nema við sárini, so hann kundi gerast sannførdur um, at tað veruliga var satt.

Tað er týdningarmikið fyri okkum, at Tummas setti eitt sterkt krav, sum hann skuldi trúgva. Vit kunnu nevniliga ikki seta sama krav, hvussu ivandi vit so eru. Jesus er ikki longur sjónligur í heiminum. Tummas gjørdi hetta vegna øll ivandi til allar tíðir.

Hann umboðar mong okkara, og vit hava orsøk at vera honum takksom fyri tað. Tað sigur okkum tað, at størsti ivamaðurin kann sannførast um Jesu uppreisn.

Í hesum sambandi hugsar Jesus helst um øll tey, sum kenna seg í ætt við Tummas, men sum mugu trúgva, hóast tey ikki síggja. Í svarinum til Tummassar prísar Jesus tey sæl, sum tora at taka vitnisburð ivamansins um sannførandi fund sín við Jesus í álvara.

Kristna trúgvin á, at Jesus livir er ikki bygd á subjektivar upplivingar av Jesu nærveru ella logiskar metingar av, at hetta alt samalt er satt. Hon er bygd á greið orð frá eygnavitnum. Sælur er ein og hvør, ið hoyrir teirra vitnisburð og torir at trúgva, at hann er sannur. Ert tú ein teirra?

Eg tær ein boðskap frá Jesusi beri,
honum sum gav tær í frelsuni lut.
Vilt tú ei Jesusi falla til kníggja,
siga sum Tummas: ”Mín Harri, mín Gud?”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina