Háskúlin í Børkop ger ábøtur á søguliga høvuðsbygningin

Fyri 130 árum síðani varð høvuðsbygningurin hjá háskúlanum í Børkop vígdur. Nú verða ábøtur gjørdar á søguliga bygningin

Skrivað: Henri Nissen
Gunnar Reynslág týddi

Síðani november 1889 hevur háskúlin verið í nøkrum leigaðum hølum á Møllegade 15. Neyðugt var við nýggja byggjarínum, av tí at higartil hevði einans verið rúm fyri fáum næmingum at búgva á skúlanum.

Meginparturin av næmingunum máttu búgva hjá vinfólki í grannalagnum.

Tey 130 árini, sum eru farin síðani, eru ábøtur støðugt gjørdar og fleiri og fleiri uppíbyggingar, so skúlin kundi rúma støðugt vaksandi næmingatalinum. Nú verða so ábøtur gjørdar á elstu bygningarnar.

Frá august til november verður nýtt tak úr tiguli lagt á høvuðsbygningin. Tøkini á bókasavninum og tornbygninginum verða tó ikki skift.

Kvistarnir móti vegnum verða tiknir burtur, og høvuðsbygningurin fær nakað av upprunaútsjóndini í 1890 aftur.

Eini bústaðarbygningurin fekk ábøtur á vári 2019, og væntandi fær eisini hin bústaðarbygninguri á vári 2021.

Endurnýggjanin økti talið av næmingum

LES EISINI  Spildurnýtt bíbliuskúlatilboð í Afrika og Danmark: “Altjóða lærusveinavenjing”

Eisini skeiðtilboðini hjá háskúlanum eru vorðin endurnýggjað. Tað eru nevniliga komin fleiri long skeið og meira sermerkt enn áður.

Á skeiðnum á Lovsongsskúlanum kanst tú fordjúpa teg í tónleikaheiminum. Sjálvandi verður undirvíst í tí tónleika-fakliga, men eisini eru stundir til at arbeiða við bíbliunnar viðursdkiftum til tónleik og allari mentan viðíkjandi lovsongi.

Passión (Hugur) er skeiðið, har tú fært loyvi at arbeiða við tínum persónliga hátti at vera í samband við Gud. Skeiðið miðar móti av nýggjum at uppdaga Guds passión fyri okkum og okkara passión fyri Gudi.

Til ber eisini at knýta eitt bíbliuskúlaskeið saman við einum uppihaldi í Etiopiu og uppliva tey kristnu har. Hetta eitur Global Discipelship Training.

Men tað almannakunnuga bíbliuskúlaskeiðið Classic heldur fram við frálæru í bíbliu- og kristindóms lærugreinum og stórt valfrítt úrval  í tónleiki, Krea og uttandura.

Tekin eru um, at nýggju broytingarnar falla í góða jørð hjá teimum ungu, tí heystskeiðið, ið júst er byrjað, er metluttøka – 67 ung, sigur fyristøðumaðurin Robert Bladt.

LES EISINI  Skuldu til Ísraels, komu til Føroyar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina