Háskúlin í Nesvík farin í søguna
Tá tilmeldingarfreistin at byrja á bíbliuháskúla í Nesvík var farin herfyri, vóru ov fáar umsóknir komnar inn. Hetta er aðru ferð, at roynt hevur verið at byrja háskúlan, og nú hevur leiðslan ásannað, at áhugin á einum bíbliuháskúla ikki er til staðar í løtuni. Tí hevur leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini avgjørt at sleppa ætlanini og royndini at byrja nýggjan háskúla á hesum sinni.
– Tað er at harmast um, at okkara ungu ikki síggja tørvin at seta tíð av til eitt bíbliuskúlaskeið, sum gevur fordjúpan í Guds orð, bøn og ein góðan felagsskap, sigur Heri Kjærbo, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini. Avleiðingarnar av, at vit ikki sóðu møguleikan í at menna og styrkja okkara komandi ættarlið í kristnu læruni, fer uttan iva at síggjast aftur í framtíðini.
Nógv orka verður løgd í undirvísing av ymiskum slag runt landið. Men einki av hesum kann samanberast við at seta nakrar mánaðir av til at fáa undirvísing, samtalur, relatiónir og tíð til bøn sum á einum bíbliuháskúla. Hetta vita vit frá teimum mongu føroyingunum, sum hava verið á bíbliháskúla í Danmark og Norra.
Hetta hevur verið eyðsæð gjøgnum øll undanfarin ár. Fyrimunurin við einum føroyskum bíbliuháskúla er sjáv mentanin og læran. Tá føroyingar koma úr útlandinum, kann læran og praksis verða eitt sindur ørvísi enn her heima. Hetta kann bæði virka jaligt og meira neiligt.
Leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini hevur so gjørt eina roynd. Tíverri er undurtøkan ikki fyri hesu átaki, og háskúlin er nú farin í søguna á hesum sinni.
Leiðslan ynskir at takka bæði myndugleikum og teimum í baklandinum, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd á skúlan og serliga mentamálaráðnum, sum hevur víst vælvild.