Háskúlin í Nesvík við á fíggjarlógini komandi ár

Í gjár samtykti Løgtingið fíggjarlógina fyri 2024, og Háskúlin í Nesvík fekk eina játtan á 400.000 kr til fyrireiking av fáa gongd á eitt skúlaskeið í komandi ár. Í álitinum frá Fíggjarnevndini verður eisini skrivað, at “meirlutin tekur fyri givið, at um virksemi sambært galdandi lóggávu verður á skúlanum komandi ár, verður ein loysn funnin.”

– Hetta fegnast vit um, og fara vit beinanvegin í gongd við fyrireikingar at taka ímóti fyrstu næmingunum í heyst komandi ár, sigur Jákup E. Petersen, formaður í skúlastýrinum.

Talan er um eitt háskúlatilboð, ið vísir á kristilig virðir og siðmenning við Bíbliuni sum grundarlag. Høvuðsdentur verður lagdur á bíbliu-lærugreinar. Harumframt fara næmingarnir at fáa undirvísing í ítrótti, føroyskum og mentan, umframt at møguleiki verður at velja seg inn á ymiskar lærugreinar, t.d. tónleik, miðling, og málningalist.

– Vit ynskja at geva nakað gott aftur til føroyska samfelagið og kirkjulívið við einum skúlatilboði til ung, ið hevur fokus á kristilig virðir og siðmenning, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hetta er eisini við til at skapa enn meira fjølbroyttar møguleikar til ung í Føroyum – eitt nú við Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, Grøna Háskúlanum á Sandoynni, Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, Fólkaháskúlanum í Havn, og nú við einum kristiligum Háskúla í Sundalagnum.

LES EISINI  Seniorháskúli - Bíbliuskeið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina