Háskúlin í Nesvík

Sum sæst á heimasíðuni hjá Háskúlanum, hin.fo, eru fleiri fjølbroytt skeið útboðin runt landið. Hetta hevur allatíðina verið ein partur av háskúlatankanum. At vit samstundis hava smærri ella longri skeiðir runt landið og bjóða ein háskúla í Nesvík, har eitt nú ung kunnu búgva og læra fulla tíð.

Á skeiðsyvirlitinum sæst, at hetta eru annarleiðis skeið enn tú vanliga setur í samband við Nesvík. Og hetta er ein liður í háskúlamentanini, at vit menniskju hava tørv á so nógvum. Sum føroyingar hava vit tørv á at duga at orða okkum á føroyskum, tí hava vit eitt skeið í at læra føroyskt skjótt og væl. Eisini dámar okkum at syngja saman og tí er tað gleðiligt at bjóða eitt forvitnisligt rútmiskt gospelkór, eins væl og kirkjusøga og fleiri skeið um kristna læru og lív, við ymiskum heitum, tíðum og undirvísarum. Eisini er eitt skeið innan foto, har tú kanst læra at gagnnýta myndatólið og skapa myndlist og hetta skeiðið er eitt dømi um, at tú kann byggja uppá tað, tú lærdi á fyrra skeiðnum. So far og les nærri og tilmelda teg!

LES EISINI  Kanna tína trúgv og finn tín veg á bíbliuskúla í Føroyum 

Háskúlin er sostatt ein pallur við alskyns møguleikum fyri fyrilestrum, skeiðum, bæði stuttum og longri, til gagns fyri okkum øll. Og arbeitt verður miðvíst við at menna háskúlaskeið at bjóða og komandi dagarnar verður meira at lesa og hoyra frá háskúlanum, so tað er bara at fylgja væl við á trubodin.fo eins og á øðrum pallum.

Longu nú kanst tú eisini verða við at stuðla, tí tað er alneyðugt at leggja skúlan fram fyri Guð í bøn og eisini hevur háskúlin tørv á fíggjarligum stuðli, tí virksemi er eitt samstarv við Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum veitir stuðul í fíggjarlógini, eins og háskúlin sjálvur fíggja sín part. So ynskir tú at framtíðartryggja Háskúlan í Nesvík, skalt tú vera hjartaliga vælkomin sum fastur gevari ella geva einstaka gávu, ið kann flytast á hetta kontonr: 9870 – 305.841.8

Jákup E. Petersen, næstformaður í háskúlastýrinum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina