Hataðu Jesus men…
Tá TWR starvsfólk vitjaðu lurtarar í Mosambik, møttu tey eini kvinnu, rópt Daya*, sum bar okkum ein ótrúligan vitnisburð.
Daya hataði Jesus, og tað var hennara stóra uppgáva at sannføra fólk um, at tey ikki skuldu fara í kirkju ella gerast kristin. Maður hennara trúði heldur ikki á Jesus, og hann segði við Dayu, at tey ikki so frægt sum skuldu taka ímóti gestum í teirra heimi, um gestirnir vóru kristnir.
Men Gud birtist fyri henni, sum hann í sínum trúfesti ofta ger. Ein dag varð Daya drigin inn í eina ræðuliga bilvanlukku. Hon sat føst í akfarinum og hevði so nógva pínu, at hon ikki fekk rørt seg. Ein kristin kvinna, ið júst hevði verið tikið lut í einum ”Kvinder med Håb” -møti longri niðri eftir vegnum, kom framvið vanlukkustaðnum. Hon var sera stúrin fyri Dayu og syrgdi fyri, at hon varð innløgd á sjúkrahús.
Mitt í pínuni og lækneviðgerðini hevði Daya ongan møguleika at ringja ella varskógva sínum manni ella familju. Komandi tveir dagarnar visti familjan hjá Dayas als ikki, hvar hon var. Men kvinnan, ið hevði tikið sær so væl av Dayu og hevði fingið hana innlagda á sjúkrahúsið, varð verandi. Hon tók sær av henni, gav henni mat og bað fyri henni. Aftaná nakrar dagar við hvílu og grøðing vendi Daya heim til sína familju og kunnaði tey um vinaligu kvinnuna, ið hevði bjargað henni.
Vegna sín bjargingarmann og av forvitni byrjaði Daya at opna seg meira fyri Jesusi. Hon byrjaði at taka lut í ”Kvinnur við vón”-møtunum og lurtaði eftir útvarpssendingini, ”Kvinnur við vón”. Eftir einari tíð gjørdi maður hennara av eisini at yvirgeva sítt lív til Jesus.
Prísið Harranum! Sjálvt mitt í tí, ið tykist at vera vónleyst, kunnu vit vera vís í, at hann er tann, ið kann broyta hjørtu.
Kelda: TWR Women
*navnið er broytt vegna trygd og privatlívið