Hátíðardagur: Fríðrikskirkjan verður kvarta øld sunnudagin

1. sunnudag í advent í 1994 vígdi Hans Jacob Joensen, biskupur, Fríðrikskirkjuna, ið varð uppkallað eftir Fríðriki Petersen, prósti. Nýggja kirkjan kom ístaðin fyri gomlu sóknarkirkjuna, Nes kirkju, frá 1843, ið stendur uppi enn og av og á verður nýtt.

Í sambandi við 25 ára dagin verður hátíðargudstænasta sunnudagin 1. desember klokkan 11. Martin Restorff Jacobsen, Jónsvein Bech og Ovi Brim, verandi og fyrrverandi prestar í Fríðrikskirkjuni, luttaka, og kirkjukórið syngur.

Eftir gudstænasta eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.

Klokkan 18 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni við fleiri ymiskum sangrøddum. Kirkjukórið, Gospelkórið VOX, The Gadders, Taborkórið og Martin og Tóri R. Jacobsen luttaka.

Aftaná eru øll vælkomin til drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Kirkjuráðið bjóðar øllum hjartaliga vælkomin til hátíðardagin.

Hin kirkjan í prestagjaldinum, Gøtu kirkja, stóð í gerð samstundis sum Fríðrikskirkjan, í ringastu krepputíð. Gøtu kirkja varð vígd eitt hálvt ár seinni og kann tí eisini hátíðarhalda fyrstu kvartu øldini seint í juni næsta ár.

LES EISINI  Leika á kirkjuurgur í 73 ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina