Havstreymurin er vandamikil

Kósina til himmalin kenna vit bara, tá ið vit kasta akker í Guds orði.

 

Skrivað hevur Mogens Aaen (IMT nr. 22/2015):

 

Tá ein er umborð á skipi, kann nógv henda, sum kann vera orsøk til, at skipið gongur burtur. Tað kann vera ódnarveður, høgar aldur, fjaldir flúrar, motor- ella róðurskaðar.

Mannalívið verður ofta samanborið við eina sjóferð. Í mannalívinum kunnu eisini koma ódnarveður, sum kunnu elva til, at skipið kollsiglir og gongur burtur, ella at vit kunnu renna á sker og flúrar, sum kunnu skræða skipsbotnin upp.

Havstreymurin

Men tað er eisini ein annar vandi, sum kann føra til, at skip ganga burtur. Tað er havstreymurin. Havstreymurin er í mongum førum ikki bundin at aldum og stormi. Einhvør fiskimaður ella sjómaður veit, at havstreymurin ongantíð er tann sami, men broytir kós og styrki næstan alla tíðina, og er ein í iva, um tað er streymur, kann ein kasta akker, og so fer at skúma frá bógnum.

LES EISINI  Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

Tá ein skal sigla inn í eina havn, har innsiglingin er trong og streymurin er harður, er neyðugt alla tíðina at rætta kósina, til tess at koma trygt inn í havnina.

Tíðarandin

Bíblian talar eisini um ein havstreym, og tað er “tíðarandin” í hesum heimi (1 Jóh 4,3). Tað vandamikla við hesum streymi er, at tað er so ómakaleyst og lætt bara at reka við hesum streymi. Tíðin í dag er í stóran mun soleiðis, at ein bara kann liva so, sum ein sjálvur heldur. Men tá kann tað lættliga enda við, at ein ikki nær himmalhavnina, tí skipið er farið av kósini.
Tí er tað so umráðandi hjá Guds fólki, at vit kenna røttu kósina. Og hesa røttu kósina til himmalin kenna vit bara, tá ið vit kasta akker í Guds orði, og tá kann tað av og á eisini skúma frá bógnum.

 

Torfinn Jacobsen týddi. Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 16/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina