Heðin Arge í starv hjá Trúboðanum

Sum vit áður hava nevnt, er Øssur Kjølbro nú í farloyvi frá Trúboðanum fram til 1. oktober. Heimamissiónin hevur tí sett 26 ára gamla Heðin Arge sum miðlafólk hjá Trúboðanum. Starvið er 25% og er fyribils fram til 1. oktober.

Heðin hevur síðani 2015 búð í Keypmannahavn saman við konuni, Mirian. Saman eiga tey tvey ára gamla Mattias.

– Dagliga ganga vit í “Eliaskirkjuni”, har eg eri formaður í stýrinum, fortelur Heðin Arge. – Vit fluttu til Keypmannahavnar, tí vit bæði skuldu undir lesna. Eg havi lisið Offentlig Administration (Almenn fyrisiting), meðan konan er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og eftir summar fer hon undir seinasta árið av kandidatinum í Pædagogisk Psykologi (Námsfrøðiliga sálarfrøði). Eg starvist til dagligt í ”Flyhjælp”, har eg havi arbeitt í hálvtannað ár.

Heiðin Arge sigur, at hann tók við starvinum á Trúboðanum, tí hann sær hetta sum eitt ótrúðliga spennandi starv við nógvum møguleikum. – Seinastu mánaðirnar hava víst, at tað ber til at røkka út til nógv menniskju við gleðiboðskapinum umvegis Trúboðan, greiðir Heðin frá og heldur áfram: – Eg haldi tað er týdningarmikið, at Trúboðin kann vísa fólki á Jesus. Samstundis er mítt ynski, at Trúboðin kann geva troyst og styrki til lesararnar. Vónandi kann Trúboðin eisini verða ein pallur hjá fólki at greiða frá sínum søgum og upplivingum saman við Jesusi. Avbjóðingin er avgjørt at røkka øllum aldursbólkum. Har haldi eg til dømis, at Trúpoddurin hevur verið eitt framúr gott tiltak.

LES EISINI  "Dagsins andakt" skiftir ham
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina