Heilagi Andin – innsigli og pant

“… vit skuldu vera dýrd hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Krists, sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við heilagum anda, sum okkum var lovaður, hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini, dýrd hansara til prís” (Ef 1,12-14).

Hesi vers eru endin á einum broti, har Paulus lýsir tær signingar, ein kristin hevur fingið lut í við trúnni á Jesus (Ef 1,3-14). Paulus lýsir her sjey tílíkar signingar. Tvær teirra eru knýttar at Heilaga Andanum.

1. Heilagi Andin er givin okkum sum innsigli (13. vers).

Eitt innsigli merkir eitt merki, eitt innsigli ella eitt stempul. Tú minnist ivaleyst frá líðingarsøguni, at Jesus eftir deyða sín varð lagdur í eina klettagrøv. Tveir av jødanna ráðharrum, Jósef úr Arimatea og Nikodemus, løgdu Jesus í grøvina, aftaná at rómverskir hermenn høvdu dripið hann.

LES EISINI  Heima í himlinum

Tú minnist kanska eisini, at landshøvdingin setti keisarans innsigli á Jesu grøv. Hvat hevði tað at týða? Trý viðurskifti hevði tað at týða.

  • Jesu grøv var nú keisarans ogn.
  • Jesu grøv var undir keisarans yvirvaldi.
  • Jesu grøv var vard av keisarans valdi.

Hetta lýsir, hvar tað hevur at týða at hava fingið Heilaga Andan sum innsigli. Gud hevur givið okkum eitt kennimerki! Hann hevur sett sítt stempul á okkum. Heilaga Andan! Hetta hevur hann givið til kennar, at ein kristin er Guds ogn. Vit eru ikki longur okkara egna ogn. Vit hoyra Harranum til.

Ein kristin skal vera lagdur undir Guds vilja. Tað er Harrin, sum hevur tað avgerandi orðið í lívinum.

Eginviljin ger seg støðugt galdandi. Men Guds vilji hevur framíhjárætt!

Harrin vil sjálvur taka ábyrgd av einum kristnum. Hann varðveitir okkum. Verjir okkum. Gevur okkum lívd í lívinum. At hava Heilaga Andan merkir, at ein kristin eigur ein ómetaligan tryggleika í lívinum!

LES EISINI  Guds Sonur

2. Heilagi Andin er okkum givin sum pant (14. vers).

Eitt pant er eitt veðhald. Fyrsta útgjaldið av einum stórum arvi.

Eitt kvøldið í desember mánaði í 1977 trúlovaðu Jóhanna og eg okkum í Oslo.

Ein dagin í mai giftust vit á Røvær, ein lítil oyggj vestan fyri Haugesund. Í hálvtannað ár bar eg trúlovingarringin á fingrinum. Inni í ringinum stóð: “Tín Jóhanna”. Hon var ikki mín, enn. Men eg hevði fingið eina trygd, eina váttan, at hon ein dag fór at verða tað.

Somuleiðis er Heilagi Andin okkum givin sum eitt fyrsta útgjald av einum stórum arvi.

Eg eri ikki í himlinum enn. Men Gud hevur givið mær eina trygd fyri, at eg ein dag skal koma hagar.

Eg havi ikki sæð arvin enn. Men Gud tryggjar mær við sínum Anda, at eg ein dag skal fáa lut í honum. Eg eri á veg ímóti einum brúdleypsdegi: Endurloysingini hjá ognarfólkinum!

LES EISINI  Forbøn

 

Til umhugsanar…

Eg eigi tí ei syrgin vera,
sum slíka sælu fekk í lut,
og vil mær ivin ótta bera,
eg kenni lívisns ríka Gud.

(Lina Sandell / Edmund í Garði. MS 18)

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina