Heilsanir frá nøkrum av okkara útimissiónstrúboðarum

Tað er altíð gott at frætta góð tíðindi frá okkara landsmonnum úti í víðu verð. Hesi, sum liva so fjart frá teirra kæru familju her heima, hava brúk fyri okkum sum bakland, fyribiðjarar og stuðlar. Gjøgnum vikuna hava tey sent heilsanir: 

Heilsan úr Liberia 14.2.22 

Hey tit. Bert ein lítil heilsan frá mær her úr Monrovia. 

Eg havi tað gott og alt veit væl við.  

Upgávurnar herúti eru nógvar hvønn dag og eg ferðist nógv runt til bygdirnar har skúlarnir hjá kirkjuni eru, eg undirvísi lærarunum og eygleiði skúlagongdina annars. 

Í dag hátíðarhalda liberianar at tað eru 200 ár liðin síðani fyrstu frígivnu trælirnir úr Amerika settu fótin á land á oynni Providence Island sum í dag er ein partur av Monrovia. Skrúðgongur hava verið í morgun og seinni í dag verður ein stór veitsla fyri innbodnum. Starvsfólkini hjá okkum hava verið heima í dag tí býurin hevur verið avbyrgdur í morgun í samband við 200 ára haldið. 

Hesa vikuna sita næmingarnir í teimum flestu skúlunum til skrivliga roynd,tað eru  uppgávur úr tilfarinum ið er gjøgnumgingið síðan seinastu roynd tey skulu svara. 

Kirkjan roynir ígjøgnum skúlasystemi her eg arbeiði at skipa skúlarnar so gott sum tilber, men tað er lang eftir á mál á teimum flestu støðunum, men bara man veit hvat skal gerast er vón fyri framman. 

Seinast í apríl verður væl til nýggjan biskop, 5 fólk hava stilla upp og seinast í hesum mánaðinum verður møguleiki hjá teimum uppstillaðu at ferðast runt, deila valskrá hjá sær út og royna at fáa fólk at stemma upp á seg. Trúboðarnir hava ikki atgongd til at stemma men vit vera við á sjálvum degnum tá vali fer fram í Gbarnga har kirkjan eisini heldur árliga samankoming eina sokallaða convention. 

Sum tit vita telist Liberia ímillum tey fátækastu londini í heiminum, tað eru nógvar orsøkir til tað, men kendast man vera borgarakríggi ið vardi frá 1989-2003 og hetta ger, at flest fólk ikki hava atgongd til tey neyðugastu tingini ein hevur brúk fyri til dagligt. 

Stórsti parturin av børnum gongur ikki í skúla og tí arbeiðir kirkjan sera málrætta við at skapa møguleikar fyri at børn sleppa í skúla. Støði á útbúgvingum er sera lágt og tí er neyðugt at geva frálæru, gera tilfar og halda skeiðir fyri lærarum ið skulu undirvísa næmingunum soleiðis at børnini læra at lesa, skriva, rokna o.a. 

Skúlaárið 20/21 byrjaðu vit at geva skúlunum eitt bókaskáp við lesibókum til 1-3 flokk. Bøkur eru ringar at fáa hendur á og í teim flestu skúlunum er tað so, at lærarin skrivar á talvuna og børnini skriva av niður í teirra skrivihefti tí ongar bøkur eru. Bókaskápini hava verið ein sonn gleði hjá børnunum at fáa og flestar staðir har eg komi eru lærararnir næstan meiri áhugaðir í bókunum  enn børnini . 

At læra børn at lesa og skriva er ein týdningarmikil uppgáva. Fólk ið ikki dugir at lesa og skriva hevur verri við at fóta sær enn ein ið dugir hesi bæði, og tí er tað, at kirkjan vil vera ljós hjá fólkinum og seta skúlaskap í fremstu røð. Kirkjan vil skapa eina betri framtíð fyri fólkið í Liberia. 

Takk fyri at tit minnast meg í bønum tykkara, tað havi eg brúk fyri.  

Kærastu heilsanir 

Elisabeth Poulsen 
Monrovia  
Liberia

Heilsan frá Juliannu og Silas Olofson í Mongolia 

Í síðstu viku vóru vit øll starvsfókini, sum eru útsend av NLM (norsku luther missiónini), savnaði í býnum Ulgij, sum er høvuðstaður í vestasta landslutinum í Mongolia við sama navni. Grundin til hetta var, at NLM hevur bygt tríggjar nýggjar íbúðir í býnum til trúboðarar. Missiónsætlanin hjá NLM er at leggja dent á at bera boðini út til kasakkarnar og í Ulgij eru 90% av fólkinum kasakkar. 

Vit høvdu nakrar góðar dagar Ulgii, har Silas saman við hinum útsendingunum vitjaði tað lokala fólki. Børnini vóru eina útferð, har tey vitjaðu fornminnasavn og sluppu at ríða á kamelum.. Sunnudagin hevði Silas guðstænastu við altargongd, í einari av nýggju íbúðunum. Vit bóðu yvir hesum húsum og teimum trúboðarum sum koma at búgva har og tí arbeiði, sum verður gjørt í hesum býi. 

LES EISINI  Jólastovan gav 48.000 krónur til útimissión

Annars gongur tíðin skjótt og dagur fellur av degi. Tann kasakkiska meinigheitin í Kovd veksur, og fyri nøkrum vikum síðani hevði Silas altargang fyri fyrstu ferð í meinigheitini, har 19 vaksin komu til altars, so tað er rættuliga positivt. Í roynd og veru eru vit við at vera so nógv, at tað er ein avbjóðing at savnast í privatum heimum.. Men vit hava ikki so stóran áhuga í at byggja ein kirkjubygning, har vit vera bundin av fíggjarligum stuðli uttanífrá. Av royndum hava vit uppliva, hvussu pengar og bygningar kunnu skapa klandur og ósemjur í meinigheitum. Men vit eru glað fyri alt tað positiva sum hendir.  

Í komandi viku byrjar Julianna, saman við eini aðrari staðbundnari, at hava bíbliubólk fyri kvinnunum í meinigheitini, og tað gleða vit okkum eisini til. 

Takk fyri fyribønir og stuðul 

Guðs friður 

Julianna og Silas 

Heilsan frá Thailandi febr. 2022 

Góðu lesarar av Trúboðin.fo 

Ein heilsan úr Thailandi 

Her skal ljóða ein heilsan frá okkum, familjuni Magnussen og kirkju okkara, úr Thailandi. 

Stutt er at siga, at farsóttin COVID-19 (SARS-CoV-2) hevur eins og heima í Føroyum ávirkað dagligu viðurskiftini í Thailandi sera nógv. Hinvegin hevur Guð latið upp møguleikar, fyri at evangeliið kann verða borið longur út og náa fleiri. 

Eins og heima í Føroyum, so hevur ferðavinnan í Thailand verið serliga hart rakt vegna farsóttina. Nógv hotel, matstovur og ferðaskrivstovur hava snarað lykilin um, og nógv fólk hava mist arbeiðið. Tí hava nógv upplivað vónloysi, av tí at eingir møguleikar hava verið fyri at fáa annað arbeið. 

Hóast nógv ringt er hent vegna farsóttina, so er eisini nógv gott hent, sum er vert at gleðast um. Harrin, sum hevur lovað at vera við sínum fólki allar dagar alt til veraldar enda, hevur ikki svikið síni lyfti farnu tíðina. Ei heldur hevur farsóttin ávirkað Harrans ætlanir fyri sítt ríki.  

Tí vil eg stutt greiða frá trimum fyribrigdum, sum kirkja okkara, Mahasarakham Methodist Church, hevur upplivað hesa tíðina.  

Fyrst er at siga, at vit sum kirkja hava upplivað eitt ómetaligt trúfesti frá Gudi. Hóast nógv sjúka til tíðir hevur verið í økinum vit búgva í, so hevur verið møguligt, at hildið gudstænastu alla tíðina. 

Fyrstu tíðina, tá farsóttin var nýggj og reglugerðirnar strammar, vóru bara nøkur fá samlað til gudstænastu. Men gudstænastan bleiv tikin upp og stroymd á netinum, so tey flestu av okkum kundu fylgja við heima við hús. Síðani tað fyrsta tíðarskeiðið, at steingja landið niður, var av, hevur gudstænastan hildið áfram sum vant, og  til nú hevur ikki verið nakað útbrot av sjúkuni í kirkjuni. 

Sum tað næsta kann sigast, at vit hava upplivað Guðs leiðslu ígjøgnum alla hesa tíðina. Prestur okkara hevur verið fyrimyndarlig at skipa virksemið í kirkjuni, soleiðis at farsóttin hevur havt so lítla ávirkan sum møguligt. Til dømis í 2021 skipaði hon fyri bíbliulesnaði umvegis netið. Tey sum vóru von at møtast heima við hús í bíbliubólkum møttust umvegis eina app, sum líkist Messenger, at lesa í bíbliuni í umleið eina tíma eina ferð um vikuna. Tað vóru fyri tað mesta tríggir ymiskir bólkar, so presturin hevði úr at gera at møta til bíbliulesna.  

Í triðja lagi er at siga, at farsóttin opnaði møguleikar, fyri at kirkjan kundi vera við at veita tænastur til nærumhvørvið, sum áður ikki var hugsandi.  

Fyrst, so hevur kirkjan víðkað virksemið umvegis alnótina, so at gudstænastan verður stroymd hvørja viku á Facebook vangamyndini hjá kirkjuni. Tað ger tað møguligt hjá teimum, sum ikki kunnu fara í kirkju at fylgja við. Og hjá teimum sum ynskja at forvitnast at síggja, hvat ein kristin gudstænasta inniheldur. Hóast einki ítøkiligt dømi er um, at nakar er komin til trúgv umvegis netgudstænastuna, so kann hugsast, at hetta er ein góður møguleiki at náa fleiri, sum av ymiskum orsøkum ikki hava møguleika fyri at koma í kirkju. 

LES EISINI  Samrøða við Jóannes Finnson: Eitt umvent kultursjokk at koma heim

Tá landið bleiv niðurlæst fyri aðru ferð á vári 2021, bleiv skipað fyri at bjóða mat til fólk, sum tørvaði. Í kirkjuni bleiv matur gjørdur til og síðani pakkaður í eskjur og posar. Í posarnar bleiv eisini eitt Jóhannesar evangelium og ein traktat løgd saman við mateskjuni. Posarnir blivu síðani lagdir á eitt borð uttanfyri kirkjuna, so fólk kundu koma framvið at fáa eina eskju við mati. Nøkur fólk í kirkjuni sótu við borðið og tóku ímóti teimum, sum komu uttanífrá at fáa sær ein posa. Ikki so fá, serliga ung lesandi á fróðskaparsetrinum, fingu gagn av hesum. Á hendan hátt bleiv ein heilsan frá kirkjuni borin til fleiri, sum annars ikki høvdu komið í samband við kirkjuna. 

Dópur í kirkjuni

Til seinast kann nevnast frá kirkjuna, nú farsóttin er minni álvarsom, og tey flestu er vaksinerað, so er tað mesta av tí vanliga virkseminum í kirkjuni byrja aftur. Til dømis eru børnini endiliga komin aftur í sunnudagsskúla og til enskt undirvísing. Eisini kann væntast, at tey sum áður samlaðust til bíbliubólk heima við hús skjótt aftur byrja at samlast. Og vónandi kemur skjótt gongd aftur á at vitja í fongslunum og eisini tey gomlu á eldra- og røktarheimi.  

Sum familja hava vit upplivað eina serliga stóra signing, hóast COVID-19 hevur herjað. 

Eftir at hava bíðað í trý ár, so fingu vit dóttur okkara, Peatu, í mars 2021. Hon er fødd í einum landsparti nakað burturfrá landspartinum vit búgva í, men er vaksin upp á einum barnaheimi, sum er í einum øðrum landsparti, heldur ikki so langt frá har vit búgva. Hon var næstan tvey ár, tá vit fingu hana. Peata merkir, tann sum ber gleði, og tað hevur hon av sonnum borið okkum.  

Vitjan úr Føroyum og Danmark 

Av tí at Peata var komin, og tað var langt síðani vit høvdu verið heima í Føroyum, so ynskti familjan í Føroyum og í Danmark at koma at vitja okkum. Og so skjótt sum ein glotti var at hóma á COVID-skýggjaða himmalinum, so løgdu Magnussen og Johannesen familjurnar ætlanir um at koma til Thailands. Men so kom OMICRON varianturin, og tað myrknaði aftur á himmalinum. Málið varð lagt í  Guðs hond, og hann loyvdi av síni stóru miskunn, at tey sjey komu at vitja okkum. Tey vóru í Thailandi ein mánað og alt gekk væl í allar mátar.  

Samanumtikið kann sigast, at Guð hevur verið trúfastur ígjøgnum hesa so sjáldsomu tíð og vælsignað tað, sum hevur verið roynt at gjørt, hóast umstøðurnar hava forðað meginpartinum av tí  vanliga virkseminum í kirkju, arbeiðsplássi og heima. 

Frá kirkjuni kann ítøkiliga nevnast, at nøkur eru komin til trúgv og hava latið seg doypa farna tíðarskeið. Vónandi verða tað fleiri sum koma til trúgv og lata seg doypa, nú vit hava fingið ein meira vanligan gerandisdag í Thailandi.  

Við heilsan frá brævi Paulusar til kolossumanna 4,7 – 9. 

Hvussu tað veit við hjá mær, skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin og samtænarin í Harranum, gera tykkum alt samalt kunnigt; v8 hann sendi eg til tykkara, beint tí at tit skulu fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá okkum, og tí at hann skal ugga hjørtu tykkara, v9 saman við Onesimusi, hinum trúgva og elskaða bróðurinum, sum er frá bygd tykkara. Teir skulu greiða tykkum frá, hvussu alt stendur til her.  

Ernst, Khem og Peata  

 

Ein lítil heilsan úr Haifa

Gott at koma aftur til Ebenezer Heimið, eftir at hava verið heima í góðar 20 mánaðir.

Ja tað má sigast, at nógv er broytt. Vit koma ikki uttanum, at korona hevur ávirkað lívið her í Ìsrael, líka sum um allan heimin. Tað er tó meira opið her í Ìsrael nú og lættari at koma inn í landið 

Heilsumynduleikarnir eru tó sera varnir um tey gomlu, so vit ganga enn við munbindi inni á heiminum og gestir mugu hava avtalu fyri at vitja.

Á heiminum er ikki so nógv broytt, tó eru nøkur deyð síðani eg fór, nøkur kømur stóðu tóm, so fleiri nýggj eru flutt inn. Ì løtuni búgva 30 fólk her. Leiðarin heldur, at fólk hava kent tað ótrygt at verði heima í hesi avbjóðandi tíð við korona, og tí hava tey valt at flyta. Í løtuni er røktartørvurin lættari enn hann var seinast tá eg var her, tað ger, at vit hava meira tíð til tað socialu samveruna og tað er sera gott.

LES EISINI  Jóhannes og Kristiana í Glyvra Missiónshúsið sunnudagin

Búfólkini á heiminum vóru ikki sjúk av koronu áðren Omicrom kom, tað vóru tey sera takksom fyri, men við hesi nýggju smittuni vóru fleiri rakt. 14 blivu testaði posetiv, tó var eingin illa sjúkur. Tað var ein stór avbjóðing. Vanliga vera brúkarar á ellisheimum her í landinum flutt til serligar korona eindir tá tey verða smitta. Hettar líkaði ikki leiðsluni, so tey søktu heilsumynduleikarnar, um loyvi til at innrætta og avbyrgja eina deild her á heiminum. Tað varð játta, og royndist sera væl, ein hædd bleiv innrætta til koronudeild. Tað var ein krevjandi tíð við eyka arbeiði, og nógv starvsfólk blivu eisini rakt, har ímillum eg 😊

Men takk og lov vit komu ígjøgnum, og nú eru vit komin ígjøgnum tað ringasta, eingin er avbyrgdur í løtuni.

Annars er tað dagliga lívið hjá mær sera friðarligt. Eg eri mest her í Haifa, tað hevur verið vetrar tíð, tað merkir kuldi og nakað av regni. Norðuri á Hermonfjallinum ganga tey á skí. Vit kundu kanska hugsa okkum eitt sindur meira av regni í vetur, men sum er, er ikki vandi fyri vatnstøðuni í landinum.

Men nú várar og eg havi veri mær túr í útkantinum av býnum, uppi á Karmelfjallinum. À slíkum túri eri eg á umráðum, har Gud á serligan hátt møtti fólkinum,

Her á Karmel, talaði Guð ígjørgnum profetin Elia, har hann áminti fólki um at tæna Gudi.

1. Kongabók 18. v 21.”Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum. Og so bað Elia fyri fólkinum v.36-37 Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum!  Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!» Hendan bøn er eisini aktuel í dag, baði her í Haifa og heima í Føroyum.

Annars er hetta tann besta tíðin í Ísrael, eitt sindur heitari, tað er grønt og tað blómar, sera vakurt. Tað er eisini ein tíð, har tað er gott at fara út í havan saman við búfólkunum. Og njóta løturnar.

Eg eri ikki aktiv í boðandi tænastu í landinum, men tey sum arbeiða við hesum siga at tey uppliva ein opinleika og hungur eftir at kunna seg um orði, og Jødar og Arabar koma til trúgv og teir sanna at Jesus er Messis Guðs sonur. Biði fyri hesum arbeiði, og at Gud má opna teirra eygu tá tey lesa orðið, tað livandi orðið frá Gudi

Eg komi í eina messianska meiniheit “ Beit Eliyahu” sum eg eri sera glað fyri. Pastorurin  Shmuel Aweida undirvísir í løtuni út frá Efesus 6. 10-18, um tann bardaga vit standa í dagliga, móti andaherligunum illskaparins í himnarúmdum, um tey herklæði vit hava fingið frá Gudi, og um at brúka hesi herklæði, hesa verju. Altíð týdningarmikið, men ikki minst í tíðini vit liva í, at verða árvakin og biðja.

Og so hesa aktuellu tíð, at biðja fyri brøðrum og systrum um heimin, sum líða undir valds harrum sum fremja krígsatgerðir.

Gud varðveiti okkum øll í trúnni, og hjálpi okkum har vit eru sett at virka fyri hann,

Takk fyri forbøn fyri Ebenezer heiminum, fyri teimum gomlu, fyri leiðsluni og okkum sum virka har

Shalom   Karen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina