Tað verður torført at siga farvæl

Síðani 2017 hava Jóhannes og Kristiana Finnsson, av Glyvrum, verið í trúboðanartænastu í Dar es Salaam í Tansania. Høvuðsuppgávan hevur ligið á altjóða skúlanum Haven of Peace Academy (HOPAC). Nú gera tey seg klár at flyta aftur til Føroya.

Jóhannes hevur, seinastu 4 árini, undirvíst gott og væl 500 næmingum í tónleiki, umframt aðra ábyrgd á skúlanum s.s. tænastulæru og smábólkar. Kristiana hevur eisini leitt smábólkar á skúlanum, og virkað sum kretivur og vinnuligur ráðgevi á verkstovuni Nuru har 17 fólk, ið bera likamligt brek hava sítt dagliga yrki.

– Hetta hevur verið ein spennandi og hendingarík tíð, greiðir Jóhannes frá. – Vit hava starvast í einum internationalum umhvørvi, ímillum fólk av ymiskari bakgrund, bæði átrúnarliga, kulturelt, og sosioøkonomiskt. Samstarvsfelagar okkara telja, umframt skúlalærarar, eisini evangelistar, prestar, bíbliumsetarar, vinnulívsfólk o.o. Umhvørvið kring HOPAC ber brá av visión skúlans um at vera eitt stað, har børn og ungdómar geva sær far um fólk og samfelag í einum størri høpi, og eru klár at tæna sinum næsta. T.d. er ein fátækrabýlingur heilt stutt frá skúlanum, har skipað hjálpararbeiði verður gjørt til burðardygga menning fyri fólki, ið har býr. Menniskju fáa hjálp og nýggja vón, og læra eisini Jesus at kenna. Næmingar úr 6. til 12. flokki luttaka og skipa sjálvir nakað av hjálpararbeiðinum. Tað hevur annars eisini verið ein stór gleði at undirvíst børnum og ungdómi í tónleiki, og hetta er eisini nakað, ið eg trúgvi kemur at vera mongum til signingar – hugsa bara um, hvussu títt lív verður ríkað av tí tónleiki tær dámar ella sum tú sjálv/ur spælir!

LES EISINI  Familjan Finnsson umboðaði Føroyar á “Altjóða degi” í Tansania

– Tað verður torført at siga farvæl”, sigur Kristiana. – Arbeiðsfólki á Nuru eru vorðin vinfólk og kirkjan, ið vit hava verið partur av, er okkara familja her á staðnum. Tansania, og HOPAC, hevur verið okkara heim seinastu 4 árini, og bæði børnini hjá okkum eru fødd í Dar es Salaam. Vit fóru avstað til Tansania, tí at vit, og Guds kirkja, hava eitt kall frá Jesusi at bera út gleðiboðskapin um allan heimin. Eftir umhugsan, og í trúgv á Guds leiðslu fyri familju okkara, sóu vit eina hóskandi uppgávu fyri okkum í Dar es Salaam.

– Nú flyta vit aftur til Føroya. Tað er somuleiðis eftir eina tilgongd, har vit í longri tíð hava hugsað okkum um, hvat er best fyri okkum sum familja, og sum hjún. Hvussu fáa vit brúkt okkara førleikar í tænastu og arbeiði? Og, mest av øllum, hvussu vit í andaliga samfelagi okkara við Gud søkja og geva okkum undir hansara leiðslu. Nú gleða vit okkum til aftur at búgva í Føroyum, og at vera virkin í føroyska samfelagnum. Men fyrstu tíðina skulu vit nýta til hvílu.

LES EISINI  Er títt kall at verða lærari í Mongolia?

Familjan Finnsson flytir eftir ætlan til Føroya fyrst í mai.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina