Heilsur frá útitrúboðarum

Nú jólini stunda til og hvør í sínum lagi royna at hugna um og tendra ljós í hesi myrku jólatíð, leita tankar okkara eisini út í heim til teirra, sum ikki vera heima á jólum.

Tað er altíð gott at frætta  tíðindi frá okkara landsmonnum, sum við Guðs hjálp royna at bera gleðiboðini um heimsins ljós út í ein myrkan heim. Hesi, sum liva so fjart frá teirra kæru familju her heima, hava brúk fyri okkum sum baklandi, fyribiðjarum og stuðlum. Gjøgnum vikuna hava tey sent heilsanir:

Jólahald í Tailandi

Vit halda jól í kirkjuni tann 25. Desember, sum í ár fellur á sunnudag. Vanliga halda vit jólini tann sunnudagin, sum er nærmast 25. Desember.

Khem, Peata og Ernst

Í ár verður jólahaldi undir gudstænastuni um morgunin. Børnini í sunnudagskúlanum luttaka við sangi og framførslum. Tey vaksnu hava eisini framførslur.

Tær bestu framførslurnar fáa heiðursløn og væntandi fáa øll eina jólagávu frá kirkjuni. Eftir kirkjugongd verður ein felags máltíð.

Harumframt skipar kirkjan altíð fyri jólasangi í heimunum hjá kirkjulimum. Tað verður fari í so nógv heim, sum vilja hava vitjan, at syngja jólasangir og biða eina bøn. Tað er altíð eitt sera hugnaligt kvøld.

Heima gera vit ikki stórt burtur úr jólum, annað enn at pynta eitt sindur inni og úti. Hettar kemur serliga av at jólini ofta fella á ein vanligan arbeiðsdag, og tí at vit halda jólini saman við teimum í kirkjuni.

Vit vilja ynskja øllum ein gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár.

Blíðar heilsur

Ernst, Khem og Peata

Heilsan úr Haifa, Ísrael

Góđu tit øll har heima

Her í Ísrael er ikki so lætt at koma í rættuligt  jólahýri, av tí at tey flestu her ikki halda jól. Tit hugsa kanska, at tađ skuldi verið lætt, tá tú ert í landinum har Jesus var føddur.

Flestu fólk í landinum eru Jødar, og teir halda  ikki jól. Teir flestu bíđa enn eftir at Jesus skal koma til jarđar og viđurkenna ikki, at Jesus, sum føddur var í Betlahem, var Messias, frelsari okkara.

Sum tit vita, so er ein partur av fólkinum Árabar, flestu eru muslimar og drusar, og í teirra religión er Jesus ikki frelsarin. So har er einki at hátíðarhalda.

Heifa býđurin, har fólkiđ livir í sátt og semju hóast ymiskar trúđarrætningar. Tey halda eina felags fest, sum líkist einum festivali, við nógvum jólapynti. Men eingin jólaboðskapur og ikki er lætt at fáa eyga á nakran eingil, bert glimmur og perur. Vónandi verður hendan støðan ikki eisini galdandi í Føroyum.

Ein lítil partur av arabiska fólkinum eru kristin. Tey flestu hoyra til tað  Katólsku, Ortodoksu ella Anglikansku kirkjuna, og tey hátíðarhalda Jesu komu, eftir teirra siðvenju í kirkjunum. Annars er tað sum heima, dagar har familjurnar møtast, og tá arabar hava sterk familjubond, so líkist tað eitt sindur jólunum heima.

So eru tađ teir Messiansku jødarnir, tvs jødar sum trúgva, at Jesus er Messias, Guđs sonur, frelsari okkara. Men av tí at tey eru Jødar, jødakristin, so hava tey ikki siðvenju at halda jól, sum vit heima. Har er eingin guðstænasta sum hjá okkum, við jólasálmun, og tí sum vit forbinda við jól, tað sakni eg eitt sindur. Men í meiniheitini Beit Eliyahu har eg komi, markera tey jólini við at lesa  Jes.9, 6. á øllum tungumálum sum eru umboðaði á møtinum, tað sabbatina, sum er nærmast jólunum, og tað eru rættuliga nógvar tjóðir sum eru umboðaðar. Í ár vóni eg at verða við, so vit eisini kunna hoyra tekstin á Føroyskum.

Tí barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hansara skal høvdingadømi hvíla; navn hans skal verða kalla undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinar faðir, friðarhøvdingi.

Jes. 9:6

À Ebenezer heiminum, hátíðarhalda vit heldur ikki jól sum heima. Men undan jólum er ein fest, har vit fáa ein góðan døgurða, ein andagt verður hildin, og einir 2-3 jólasálmar verða sungnir, hettar er meira sum ein takkar fest.

Men vit voluntørar verða ikki forsømdir, tí tey vita, at flestu av okkum, eru von við at halda jól. 21.des eru vit bjóðaðar til ein góðan døgurða hjá leiðaraparinum. Tað plagar at verða ein sera hugnalig løta, har vit syngja, hava eina andakt, spæla onkurt, fáa gávu, og annars hava tað sera hugnarligt saman.

So fara vit 5 voluntørar eisini at hava eitt lítið jólahald, væntandi jólaaftanskvøld, her í leiligheitini hjá okkum. Tað plagar at verða sera hugnaligt, vit koma frá ymiskum londum, við ymiskum siðvenjum, so tað er annarleiðis og áhugavert. Mítt ískoytið hevur ofta verið dessertin, rísalamande, og so lesa vit jólaevangelið hjá Luk. Sjálvandi á øllum tungumálum sum eru umboaði.

Nakrir tankar um mína bestu jólaløtu, sum var her í Ìsrael jólini 1999

Eg helt jólaaftan í Jerusalem, saman við manni mínum Pól Martin, og øðrum voluntørum í Joffi húsinum.

Tađ byrjađi viđ jólagustænastu í donsku kirkjuni í Jerusalem, eitt sindur sjálvsamt at fara í kirkju viđ jólagleđini í huga, og so rokađust fólk rundan um meg, sum um einki var hent.

Heima í íbúðini

Heimkomin til Joffi húsiđ fingu vit siðbundnan jóladøgurđa, sum Pól Martin hevđi fyrireika. Vit sungu jólasangir og fingu gávu, sera hugnaligt.

So kom tann stóra løtan,  minnist meg rætt ca. Kl  23. Tá tók  Odmar Steinhólm, sum tá starvađist hjá Ordet og Israel,  bíbliuna undir armin, og vit fóru út at ganga. Vit komu til útkantin av Jerusalem og sóu oman til Betlahem, og út yvir Betlahems fløtur.

Stađið, sum hevur verđi mær kært alt eg kann minnast. Við gleði havi eg hugsa um hirðarnar sum goymdu at seyðafylgjum sínum, og nú hugdi eg niður yvir hendan stað.

Har settust vit niđur um miðnáttina, og Odmar las Jólaevangeliđið um hirðarnar sum goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, Eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir… og eingilin kungjørdi teimun tey stóru gleðiboð, sum skuldi verða fyri alt fólkið.  “ tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði… og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: Heiður verði Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki. Og eg havi roynt at ímynda mær hendan lovsongin.

Nú sat eg so har og hugdi niður yvir staðið har tað hendi, og eg fyltist við takksemi, tí hettar er verðuliga hent og tað var eisini fyri meg.

Frelsarin er føddur. lat okkum fylgja honum!

Gleðilig jól úr Heifa.
Karen Elkjær Abrahamsen

Heilsan úr Liberia

Elisabeth Poulsen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina