Heima í himlinum
Nakað herfyri hevði eg tveir bíbliutímar í Godvik missiónshúsi. Saman við mær vóru brøðurnir Nordstrand frá Austervoll við sangi. Teir sungu nógv, brøðurnir, hetta kvøldið. Og tað var vakurt at hoyra sangin. Upplívgandi, evangeliskt og við fløva!
“Hann hevur gjørt teimum ein bústað í himlinum, øllum sum trúgva hansara navni.” Soleiðis varð sungið í einum av sangunum. Teir tríggir brøðurnir sungu um nakað týdningarmikið, sum upptekur Jesus í himlinum í dag. Hann ger okkum ein bústað tilreiðar heima hjá Faðiri sínum.
Jesus og lærusveinarnir
Jesus tosaði eitt kvøldið við sínar lærusveinar um hettar. Stutt áðrenn hann varð tikin.
“Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har, sum eg eri, skulu tit eisini vera. Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin” (Jóh 14,2-4).
Jesus er upptikin við nógvum í himlinum í dag.
Hann biður fyri okkum. Hann talar okkara søk hjá Faðirinum. Hann hvílir frá einum fullgjørdum frelsuverki. Hann ger eitt rúm tilreiðar til okkum hjá Gudi, okkum, sum trúgva á Jesus.
Ein dagin kemur Jesus aftur fyri at heinta síni. Tað kann henda hvørja løtu. Tann dagin skulu vit flyta inn í bústaðirnar, sum hann hevur gjørt okkum. Tað verður ein rættiligur flytidagur!
Paulus
Eisini Paulus tosar um hettar í fleiri av sínum brøvum:
“Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Gudi, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum” (2 Kor 5,1).
Paulus tosar um tað nýggja likamið, sum vit skulu skulu flyta inn í, tá vit náa himmalin. Óforgeingiligt, syndafrítt og frískt.
Hetta er nakað at hugsa um hjá tær, sum stríðist við sjúku og aldurdóm.
Ella sum hevur mist mótið vegna títt gamla menniskja.
“Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist, hann sum skal umskapa neyðarlikam okkara í somu mynd sum dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum hann er mentur eisini at leggja alt undir seg við” (Fil 3,20-21).
Eitt heimland. Eitt dýrdarlikam. Hvør ein vón!
Stefan
Ápostlasøgan 7 sigur frá um síðstu dagar Stefans í hesum heimi. Ein steinælingur sendi hann harðliga inn í ævinleikan.
Men Stefan sá meir enn jagstran og líðing: “Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guds!” (56. vers)
Bústaðurin í himlinum var liðugur! Og bønin varð fødd: “Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!” (59. vers)
Tá ið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann inn í deyðan.
Gævi, at Jesus og himmalin settu eins nógvan dám á tín og mín burturferðartíma!
Til umhugsanar…
Bíblian lýsir deyðan hjá einum kristnum sum nakað virðismikið.
“Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans” (Sl 116,15).
Hvussu skilir tú eina tílíka framsøgn?