Heimamissiónin á ferð – í Sandoynni
Komandi vikuskifti, 23.-25.okt, verður Heimamissiónin á ferð í sandoynni.
Heimamissiónin hevur í longri tíð havt eitt ynski um, at møta menniskjum har tey eru. Tiltakið “Heimamissiónin á ferð” er ein liður í hesum.
Og í vikuskiftinum gongur leiðin til Sandoynna. Jørgen Andreasen, ið er frítíðartrúboðari hjá Heimamissiónini sigur, at ætlanin er at hava vikuskiftir kring alt landið.
– Tankin er, at øll kunnu vera við og bjóða seg til eina uppgávur. T.d at hava ein vitnisburð ella spæla uppá okkurt ljóðføri. Hetta er eitt sindur óformelt, har vit fara út í tænastu og lata Jesus leiða okkum, greiður Jørgen frá.
Kampanjumøtir
Kampanjumøtini er eitt nýtt tiltak, sum trúboðarar innan Kirkjuligu heimasmissiónina hava tikið stig til. Byrja verður í Sandoynni.
Kampanjumøtini hava ráðført seg við Coronaráðgevingina, og vit fylgja teirra ráðum. Um neyðugt brúka vit báðar salirnar. Tað er “først til mølle”, so tað ræður um at koma í góðari tíð.
Leygarkvøldið hevur Peter Jørgensen ein vitnisburð. Hann hevur verið rúsevnismisnýtari og hevur selt og hevur sitið sín straff, og síðani hitti hann Jesus, sum broytti hansara lív. Komið og hoyrið hesa sera áhugaverda lívssøgu!
Spennandi skrá
23. – 25. oktober 2020
Kampanjumøtir í Sandoynni – Kirkjuliga heimamissiónin á ferð
Fríggjakvøldið 23. okt. í Ungmannafelagshúsinum Virkið heima á Sandi
kl: 20.00 Møti v/Ólavi Jacobsen trúboðara hjá Kirkjuligu heimamissiónini
Leygardagur 24. okt.:
Vitja uttanfyri ellisheimið og eldra sambýlini við sangi og andakt
Kl. 11.00 Ellisheimið Áargarður á Sandi
Kl. 15.00 Sambýlið á Skerðinum í Skopun
Kl. 16.30 Sambýlið Gerðisgarður í Skálavík
Leygarkvøldið 24. okt.:
Kl: 19.00 Vitnisburður v/ Peter Jørgensen í Ungmannafelagshúsinum Virkið heima á Sandi
Komið og hoyrið hvussu ein brotsmaður gjørdist kristin!
Sunnudagin 25. okt:
Kl. 12.00 Gudstænasta í Dals kirkju. v/Havstein Klein – altargangur
Kl. 15.00 Felags familjumøti fyri alla oynna, við Jørgen Andreasen, Leirvík
Høvi verður at geva jólaerskjur til Christmas Child.
Kl. 1800 møti við Jørgen frítíðar trúboðara.
Hjartaliga vælkomin