Heimamissiónin á ferð til Suðuroyar

Kampanjumøtini, “Heimamissiónin á ferð”, er eitt tiltak, sum høvuðsstýrið innan Kirkjuligu Heimasmissiónina hevur tikið stig til. Fyrstu ferð, tiltakið var, var í 2020 við nøkrum góðum døgum á Sandoynni. Korona setti ein steðg fyri tiltakinum, men nú fara trúboðararnir aftur avstað. Teir vóna, at nógvir missiónsvinir koma við.

»Vikuskiftið, 11. – 13. november, fara vit til Suðuroyar við ”Heimamissiónin á ferð”. Vit fara at virka við á missiónsvikuni í Vági, sum er tað vikuskiftið. Eisini fara vit at vitja ymisk heim, sum eru í oynni við eini andakt og sangi.« Hesum greiðir frítíðartrúboðarin, Jørgen Frantz Andreasen, frá. Jørgen samskipar ”Heimamissiónin á ferð”.

»Vit vilja fegin bjóða øllum ein túr við suður hetta vikuskiftið. Gistingarmøguleikarnir eru nógvir, og hevði tað verið gleðiligt, um nógv fólk kom við okkum á ferð.«

»Hetta kann vera eitt vikuskiftið, har familjan er saman og hugnar sær í vøkru náttúruni í Suðri, og eisini er tað eitt upplagt høvi at vitja í Pálshøll.«

LES EISINI  Hevur tú hug at gista í Suðri?

»Kom við og boða orðið í Suðuroy«, sigur Jørgen Frantz Andreasen at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina