Heimamissiónin ársmøti í Nesvík: Saman eru vit ávegis
Missiónsfólk úr øllum landinum møttust síðsta vikuskifti til ársmøti í Nesvík. Tað var mest vitjaða ársmøti í fleiri ár, og Nesvík osaði av felagsskapi og góðum lagi.
Í ár fingu vit vitjan av Hans-Ole Bækgaard, sum er formaður fyri Indre Mission í Danmark. Hann hevði undanfarnu dagarnar undirvíst til leiðararáðstevnuna fyri stýrislimir úr staðbundnum missiónsarbeiðum kring landið.
Undirvísingin helt áfram leygardag, har øll rørslan varð boðin við. Hans-Ole Bækgaard setti fokus á evnir, ið viðgjørdu lívið sum kristin í eini eftir-kristnari samtíð.
Hugsjónir hjá formanninum
Seinnapartin vóru sum vant frágreiðingar frá arbeiðinum. Hesin parturin byrjaði við eini frágreiðing frá formanninum, Hera Kjærbo, ið hevur verið í sessinum síðan 1. august í fjør. Formaðurin undirstrikaði týdningin av at samla rørsluna. Seinasta hálvárið hevur leiðslan í Heimamissiónini havt nakrir strategiskir fundir saman við staðbundnu leiðslunum við fokus á at styrkja samstarvið og finna eina felags visjón frameftir.
– Hvør sær eru vit illa stødd, tá aldurnar eru høgar, men saman eru vit sterk, segði Heri Kjærbo, ið sum tað allarfyrsta undirstrikaði tørvin á, at vit gerast betur til at standa saman í bøn. Heimamissiónin hevur søguliga verið ein biðjandi rørsla, og tað er ein partur av okkara samleika, sum vit kanska treingja til at taka meira í álvara.
Harnæst nevndi formaðurin, at við 120 árum á baki er endamálið hjá Heimamissiónini júst líka aktuelt enn í dag: at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Gjøgnumgongd av arbeiðinum
Aðalskrivarin, Jákup Brúsá, legði síðan fram eina gjøgnumgongd av ymsu arbeiðsgreinunum hjá Heimamissiónini og virksemi hjá starvsfólkunum seinasta árið. Fjølbroytta arbeiði røkkur út í allar krókar í landinum, og er bæði til børn, ung, vaksin og eldri.
Nøkur ting kunnu nevnast úr rúgvuni:
- Metnógv koma á eldru ungdómslegurnar, meðan yngru legurnar samla ikki eins nógv.
- Barnalegurnar verða skjótari fullteknaðar enn áður – eitt nú kann nevnast, at Sangfagnaðurin í heyst varð fullteknaður eftir 4 minuttum.
- Metnógvir mans vóru á manslegu í heyst.
- Nýggjur ungdómsráðgevi, Kartin Høgnesen, varð settur í mars 2024, og ætlanin er at seta fokus á at menna ungdómsleiðarar, styrkja ungdómsarbeiðir kring landið og arbeiða fyri at stovna nýggj ungdómsarbeiðir, har einki er
- Heimamissiónsforlagið er uppraðfest við at Kristianna Johannesen er farin upp í tíð fyri at brúka meira tíð uppá føroyskar bókaútgávur og at stimbra undir sølu av kristiligum lesnaði
- Nýggjur volontørur, Hallur Foldbo, varð settur um árskifti við fokus á junior-arbeiði
- Øll vindeygu eru skift í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík, ið væntandi kemur at minka munandi um oljuútreiðslur
- Arbeiðsdagar hava verið í Nesvík hvønn týsdag seinastu tíðina, har eini 10-20 mans møta hvørja viku at gera ábøtur á Leguhúsið.
- Trúboðararnir virka kring alt landið við bæði at vitja fólk, hava møtir v.m. – Carsten Fonsdal serliga innan netmissión, Ólavur Jacobsen í Norðstreymi, Pól Johannesen í norður-økinum, Torleif Johannesen sum sjómanstrúboðari, Jógvan Højgaard í Suðuroynni og Jørgen Andreasen sum frítíðartrúboðari og serligum fokus á størri tiltøk sum Kristfest.
Aðalskrivarin vísti eisini á stórar ætlanir við økinum rundan um leguhúsið, og tankar um at flyta skrivstovuna úr Nesvík til annaðhvørt Havnar ella Runavíkar. Hetta stigið hevði ikki bert fingið Heimamissiónina tættari at lokal-samfelagnum, men eisini givið møguleikar fyri at latið upp ein kristiligan bókahandil og eina café. Eisini eru ymsir tankar um, hvussu vit skulu brúka alistøðina, sum varð keypt í fjør.
Vit síggja eina ørkymlandi gongd, tá vit hyggja 30 ár aftur í tíð, har færri ung koma á ungdómsmøti og færri børn í sunnudagsskúla. Hetta eigur at fáa okkum at vakna, tí stór stig skulu takast og djarvar bønir biðjast, um vit ynskja at næsta ættarlið skal kenna Jesus.
Fíggjarligar avbjóðingar og møguleikar
Fíggjarstøðan var seinasta punkt á skrá til hendan partin av ársmøtinum. Eftir at vit hava havt yvirskot seinastu 10 árini, komu vit í 2023 út við einum undirskoti á 320.000 kr. Úrslitið skyldast í stóran mun íløguna í at seta á stovn ein háskula, ið tíverri ikki bleiv veruleiki.
Meira álvarsamt er, at føstu gávurnar eru støðugt fallandi, meðan inflatiónin ger alt dýrari. Tí er av álvara tørvur á fleiri føstum gevarum fyri at lyfta felagsarbeiði longur fram á leið, ella um fastir gevarar vilja umhugsa at hækka sína mánaðargávu. Føstu mánaðargávurnar gera raksturin tryggari, ið hevur stóran týdning fyri setan av starvsfólki.
> Ynskir tú at geva eina fasta mánaðargávu, kanst tú gera tað her.
Stúgvandi full høll og 4 nýggj starvsfólk
Um kvøldið var nýggja høllin stúgvandi full. Eini 350 fólk høvdu leita sær til Nesvíkar til ársmøtið, har Hans-Ole Bækgaard talaði um evnið ‘Trúføst kristin í almenna rúminum’, og Anna Lovisu Mýri framførdi vakran sang. Sum vant vóru starvsfólkini presenteraði, og forbøn var fyri teimum fýra nýggju starvsfólkunum, ið eru komin afturat seinasta árið.
Silja Jensen byrjaði sum skrivstovulærlingur í august, Jákup Brúsá byrjaði sum aðalskrivari í september, Hallur Foldbo byrjaði sum volontørur part-tíð innan junior-arbeiði í januar, og Kartin Høgnesen byrjaði sum ungdómsráðgevi í mars.
Limir úr høvuðsstýrinum – evstu leiðsluni í Heimamissiónini – lósu eitt bíbliuvers og bóðu eina bøn fyri hvørjum av teimum nýggju starvsfólkunum og teirra tænastu.
Dagurin endaði við einum ungdómsmøti, har høllin aftur var nærum full við ungum fólki. Sólbjørg Símunarson greiddi frá, hvussu Heimamissiónsungdómur (HMU) byrjaði fyrst í 80’unum, og nýggi ungdómsráðgevin, Kartin Høgnesen, talaði.
Við okkara eygum festum á Jesus eru vit klár at seta hol á enn eitt ár í Guds tænastu. Og við áliti á hann kunnu vit í sterkum felagsskapi halda áfram at bera Kristi kærleika og frið til okkara land og fólk.