Starvslýsing: Vilt tú verða partur av eini spennandi og avbjóðandi missión?

Um mánaðarskiftið fór Ata Jacobsen úr starvi sum fíggjarleiðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, eftir næstan átta ár í starvinum. Tí lýsir Heimamissiónin nú eftir nýggjum fíggjarleiðara. Fíggjarleiðarin fær ábyrgd fyri fíggjarstýring og pørtum av fyrisitingini og verður partur av einum serligum arbeiðsumhvørvi.

Starvslýsingin er annars henda:

FÍGGJARLEIÐARI TIL KIRKJULIGU HEIMAMISSIÓNINA

Vilt tú verða partur av eini spennandi og avbjóðandi missión?

Kirkjuliga Heimamissiónin stendur fyri spennandi avbjóðingum, og søkir tí eftir ábyrgdarfullum fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt. Tú fært ábyrgd fyri fíggjarstýring og pørtum av fyrisiting okkara.

Útbúgving og førleikar
• tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við fíggjarstýring, fíggjarætlanum og roknskapi

Persónligir eginleikar
• tú ert virkisfús/ur og framsíggin
• tú hevur dirvi til at taka avgerðir
• tú ert skipað/ur, dugir at raðfesta og halda ásettar freistir
• tú ert sjálvstøðug/ur og kann virka í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

LES EISINI  Heimamissiónin gjørt avtalu við Spekt um fíggjarleiðarauppgávurnar

Tú hevur ábyrgd fyri
• dagligu fíggjarligu leiðsluni, bókhaldinum og fyrisitingini hjá Heimamissiónini við arbeiðsgreinum
• at gera roknskap og fíggjarætlan umframt at fylgja hesum upp
• at veita leiðslu og starvsfólki fíggjarliga ráðgeving
• møguliga øðrum uppgávum tillagað persóninum

Vit bjóða tær
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við denti á opinleika, hjálpsemi og málrættað arbeiði
• eitt spennandi og innihaldsríkt starv
• 3/4-tíðarstarv við møguleika fyri fulltíðarstarvi, tá við øðrum fíggjarligum uppgávum
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 22. februar 2019.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen, aðalskrivara, á 230070 ella andrias@mission.fo
– ella fráfarandi fíggjarleiðaran Atu Jacobsen á 230073 ella ata@mission.fo

Kirkjuliga Heimamissiónin er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóða missión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

 

LES EISINI  Heimamissiónin gjørt avtalu við Spekt um fíggjarleiðarauppgávurnar

Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina