Heimamissiónin skal hava nýggjan fíggjarleiðara

Ata Jacobsen á Strondum, sum hevur verið fíggjarleiðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini seinastu átta árini, hevur sagt seg úr starvi, og Heimamissiónin skal tí hava nýggjan fíggjarleiðara í næstum.

Ata byrjaði í starvinum 1. mars 2011, og hesa tíðina eru stórar broytingar farnar fram í fyrisitingini. Fleiri partar av virkseminum eru umlagdir, raksturin er ikki so lítið rationaliseraður og málrættaður, og Ata hevur verið við til at leggja nógv av hesum til rættis. Eisini hevur útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík fylt nógv seinastu árini.

Andrias Magnussen, aðalskrivari, sigur, at Ata hevur gjørt eitt megnar arbeiði í mong ár, sum leiðsla, starvsfólk og mong onnur í rørsluni seta stóran prís uppá. Ábyrgdin er stór, og tað krevst bæði dugnaskapur, nærlagni og ein stór arbeiðsorka, og hesin posturin hevur verið í góðum hondum hesi árini.

Ata fer úr starvinum um mánaðarskiftið.