Heimamissiónsskrivstovan stongd um jólini
Landsskrivstovan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í norðara enda av Leguhúsinum í Nesvík verður stongd vegna jólafrítíð frá leygardegnum 21. desember.
Heimamissiónsforlagið hevur stóra bókasølu í Nesvík við eini rúgvu av spennandi og uppbyggjandi kristiligum bókum. Tey, ið ætla sær at keypa bók ella bøkur í jólagávu, mugu tí orðna tað hesa vikuna. Tað er eisini galdandi fyri bókakeyp í nethandlinum keyp.mission.fo. Telefontíðir eru gerandisdagar millum klokkan 9 og 12, men til ber at detta inn á gólvið fram til klokkan 15.
Skrivstovan og bókasølan lata upp aftur mánamorgunin 6. januar.