Heimsborgari nr 8 mia

Signar á Reynatrøð

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Morgun og nýføddur grátur.
Vælkomin, lítli, stíg inn
í henda heimin, sum gestur.
Kanska tú dvølur eitt bil.

Á morgni miðskeiðis í novembur 2022 hoyrdu vit í tíðindunum, at heimsborgari nr 8 mia sá dagsins ljós. Tó segði søgan einki um, hvar á klótuni viðkomandi gestur var borin í heim. Kanska í Kina, India, USA, Afrika, Russlandi, Ukraina, á Galapagosoyggjum ella møguliga í Føroyum?

Tankameldurin fór beinanvegin at snurra hjá mær. Hvussu ber tað til, at talan aftur hesaferð var um eitt menniskja og ikki ein annan øðrvísi livandi skapning í aldargomlu menningini hjá serfrøðingunum? Hví eru vit nústaðni komin upp á 8 mia mannabørn og ikki fyri 149 mió árum síðan? Hvar eru vit nú stødd í menningini? Vera vit kanska aftur ein dag til frosk við stórum eygum, ella hoppaði hann úr grýtuni, áðrenn hon kom upp á kók?

Hvat hava vit at bjóða hesum nýfødda grátinum? Skulu vit siga korini, júst sum tey eru, ella eiga vit bara at undrast og siga sum minst. Er tað kanska best, at heimsborgari nr 8 mia dvølur í eina løtu og sjálvur finnur út av, hvussu heimurin sær út? 

Skal heimsborgari nr 8 mia stríðast fyri at fáa mettuna ella taka av stóra sjálvtøkuborðinum, finna eitt stað at sova ella droyma í eini barónasong, leita eftir sínum foreldrum ella akta tey, alast upp við fólkaræði og mannarættindum ella øvut, granska nær alt lív byrjaði, læra av egnum royndum ella av mistøkunum hjá okkum, siga at Guð er eitt ævintýr ella takka honum fyri frelsuna í Jesusi Kristi? 

Í Matt. 18 spyrja lærusveinarnir alspentir Jesus, hvør er størstur (fremstur, sterkastur, raskastur…!) í himmiríki. Teir ivaðust í svarlistanum, og nú lýddu teir altráir eftir Guðs soni. Men ístaðin fyri at upphevja nakra stóra hetju, rópti Jesus eitt lítið barn til sín og setti tað mitt í millum teirra og segði: 

“Lurtið eftir mær! Um tit ikki venda um og vera eins og børn, koma tit als ikki inn í Guds ríki. Tekur onkur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, so tekur hann ímóti mær. Men neyðars tann, sum fær eitt av hesum smáu, ið trúgva á meg, at missa trúnna. Betri hevði verið honum at fingið ein mylnustein bundnan um hálsin og verið søktur í havið. Bannað veri tey, ið draga menniskju burtur frá Gudi.” (NS – Matt. 18, 3-7)

Hetta er hørð tala frá Jesus pápa. Vit lesa einki um, hvør átti hetta lítla barnið, ella at onkur helt fyri lítlu barnaoyruni, tá ið Jesus lærdi um himmal og helviti. Tí mugu vit ikki nokta teimum smáu atgongd til Jesus og hansara boðskapi. Tá ið vit taka ímóti einum slíkum barni í Jesu navni, so taka vit ímóti Jesusi.

Samstundis segði hann í ørindi 10, at øll hansara børn hava einglar, sum hava persónliga eygnakontakt við Pápan í himli: “Ansið eftir, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu. Minnist til, at tey hava einglar í himlinum, sum standa andlit til andlits við Pápa mín.” (NS)

Jesus elskar øll 100 prosent í part (Jóh. 3,16). Heimsborgari nr 8 mia er taldur við. Sambært Open Doors verða í minsta lagi 360 mio atsøkt, bara tí tey eru Guds børn. Men Guds hjarta er so stórt, at hann elskar eisini tey, ið vilja gera alt fyri at forða hansarabørnum eitt virðiligt lív í hesum heimi. Men fyri at koma inn í Guds ríki, hava øll brúk fyri umvending og at vera eins og børnini, lærdi Jesus.

Heimsborgari nr 8 mia er borin í heim. Møguliga í einum rúmdarfari, sum hevur beina kós móti einum sermerktum oyggjalandi mitt í Atlantshavinum, har Guds børn hava dirvi og frímóð til at byggja landsins lógir og virðisgrundarlag á Guds orð og lyftir úr vøggu í grøv. Vit heilsa og kenna, at lívið lær.

Vælkomið verið tú nýborna barn,
so fegin vit heilsa tær.
Vælkomið verið tú nýborna barn,
vit kenna, at lívið lær.