Heimsmál #1

Hjalmar Hansen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

At seta sær mál er fyrsta fortreyt fyri at náa einumhvørjum. Sjálvandi ber til bara at lata standa til og taka alt, sum tað nú einaferð kemur. Lat okkum taka eitt dømi: Okkara hús eru ljós; nú vilja vit heldur hava tey myrk á liti. So má eg fyrst seta mær tað mál, at tey skulu gerast myrk á liti, og síðan kann eg leggja eina ætlan fyri, hvussu tey kunnu blíva myrk. Helst hevði eg valt at sagt: ja, í summar skal eg brúka feriuna til at mála hús. Síðan má máling og onnur útgerð fáast til vega. So tá vit koma til august mánað, eru húsini myrk. Lat eg bara standa til, so eru húsini framvegis ljós á liti í august.

ST hevur orðað nøkur heimsmál – 17 í tali. Ógvuliga framsøkin mál, millum annað ljóðar fyrsta málið: “Gera enda á fátækadømi í øllum tess líki allastaðni”. Hesi heimsmál kundi Heimamissiónin eisini umrøtt við okkurt høvi!

LES EISINI  Altíð ein serlig løta at senda ein trúboðara út í fjarskotin lond

Vit kunnu ikki vera ósamd í hesum máli. Sum kristin hava vit eisini skyldu at berjast ímóti fátækadømi.

Men tað er ikki nóg mikið at seta sær framsøkin mál. Tað má okkurt gerast fyri at náa hesum máli.

Tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er so uppgávan hjá londum, stjórnum og fólki at finna út av, hvussu hetta málið verður nátt.

Tað er tó eitt størri heimsmál enn hetta – eitt heimsmál #1, ið eigur at koma fram um øll onnur mál. Og tað eru eisini hópin av fólki, ið upp gjøgnum tíðirnar hevur fylgt hesum máli. Tað er málið, Jesus gav, tá hann fór til himmals.

Tað var av sonnum eitt heimsmál – ja, vist heimsins fyrsta heimsmál. Hann segði: “Farið út til øll heimsins fólk og fái tey at fylgja mær” – sum Nýggi Sáttmálin orðar tað. Ikki hissini framsøkið mál!

Hetta Heimsmál #1 var tó ikki bara eitt mál. Her var eisini ein nærri vegleiðing við, hvussu hetta mál skuldi náast. Við at doypa og við at læra onnur at gera tað sama, sum hann gjørdi, ið setti hetta heimsmál á dagsskrá. Og so ikki at gloyma: tað skuldi eisini koma ein vegleiðari og hjálpari, Heilagi Andin.

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir

Ikki lógu tey fyrstu – tey, ið fingu heitið “kristin” – á boðunum. Farið varð beinan vegin til verka, tó ikki í egnum navni og egnum mátti, men við áliti á, at hann, ið hevði sett hetta mál, eisini var til staðar í arbeiðinum at náa tí. Tey lótu ikki standa til.

Í dag eiga Krists lærusveinar, tey kristnu, at spyrja: hvussu kunnu vit í okkara tíð, í okkara samfelag, í okkara heimssamfelag, í okkara meinigheit, leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at heimsins fyrsta Heimsmál verður nátt?

Lata vit bara standa til? Ella geva vit alt okkara – evnir, tíð og pengar til tænastu at náa hesum máli? Spyrt tú: Hvussu kann eg vera við, soleiðis at málið verður nátt? Spyrja tit í tykkara meinigheit: Hvussu kunnu vit vera við til, at hetta málið verður nátt? (Og gloym so ikki, at hann segði: Eg lati tykkum ikki eftir faðirleys!)

Og hvat við at leggja ætlanir fyri, hvussu málið kann náast? Onkur heldur, at tað er ógudiligt at leiða andaligt arbeiðið við ætlanum og málsetningum, men tað er so ein vegur fyri at koma nærri málinum. Sum Sálamon gamli segði á sinni: Uttan visjónir, so villist fólkið!

LES EISINI  Familjan Finnsson umboðaði Føroyar á “Altjóða degi” í Tansania
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina