Helena caféleiðari í Meinigheitshúsinum

Meinigheitshúsið í Havn hevur seinatu tíðina arbeitt við at gera eina café á loftshæddini. Enn er tó ikki heilt liðugt, men Meinigheitshúsið hevur nú sett ein leiðari fyri café’ini.

Helena Sunnsker verður leiðari og verður samstundis partur av einum evangelisatiónstoymið, sum ætlanin er at seta á stovn, skrivar heimasíðan hjá Meinigheitshúsinum – meinigheit.fo

Meira verður at frætta um café’ina tá arbeiði nærkast at verða liðugt.

LES EISINI  Páskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina