Heri heima fyri tíð

OM skipar fyri nógvum tiltøkum, har tey senda ung og eldri út í missión. Heri Danielsen fór á ein skúla, sum OM skipar fyri, men orsaka av Korona, varð hann sendur heim áðrenn ætlað.

Um MDT

Í desember í 2019 valdi Heri Danielsen at fara á ein av bíbliu- og missiónsskúlunum hjá OM. Skúlin eitur MDT (Mission Discipleship Training), og OM hevur MDT-skúlar í Onglandi, Týsklandi, Moldova/Romenia, Zambia og Suðurafrika.

Heri valdi at fara til Moldova/Romenia á MDTe3 – e3 stendur fyri Eastern europe extreme – extreme er orsaka av nøkrum útferðum, sum vit gjørdu og skuldu gera, sigur Heri og leggur afturat, at man skal vera 18 ár og eldri fyri at luttaka á skúlanum. Heri hevur verið í Moldova fyrr við einum Tim-toymi(tannáringar í missión), sum OM eisini skipar fyri, so hann kendi umstøðurnar.

Endamálið við skúlanum

– Endamálið við skúlanum er at fyrireika fólk til at vera trúboðarar. Fyrst við undirvísing og síðani starvsvenjing. Skúlin fyrigekk seg í báðum londunum, har tú flutti í millum londini annahvønn mánaða. Undirvísingin var, at tú skuldi koma at kenna Gud betur, kenna teg sjálvan betur og læra at kenna onnur betur, forklárar Heri.

LES EISINI  Durita er nú partur av OM-nevndini

Les meir um skúlan her

Ferðin hjá Hera

Hann fór avstað 31. januar og skuldi vera burturi í fimm mánaðar. Heri var í Moldova í fýra vikur og síðani í Romenia í tvær. Heri varð tó sendur heim aftur aftaná bert seks vikur orsaka av Koronakríminum, sum tók yvir um allan heimin. Skúlin skuldi vera frá februar til juli, so Heri fekk bert ein 1/4 av skeiðinum við.

– Vit høvdu meiri ella minni verið í skúla í 5 vikur, og skuldu so á outreach(tænastu), men tá vit høvdu verið vekk í ein dag, vórðu vit send heim, orsaka av alheimsfarsóttini, fortelur Heri.

Framtíðar ætlanir

Skeiðið, sum Heri var á, bleiv tíverri avlýst. – Eg havi ikki avgjørt enn, hvat mínar ætlarnir eru, men tað leggi eg bara í Harrans hendur, sigur Heri.

Bøn fyri OM og teirra hjálpararbeiði

OM er í løtuni í bíðistøðu. Eingin verður sendur út at tæna orsaka av Korona, men so skjótt sum støðan broytist, kunnar OM um hetta, sigur Jóhan Petur.

LES EISINI  Mirjam á missiónsskúla í Englandi og síðani tænastu í Moldova

Vit mugu bara biðja fyri, at alt arbeiði byrjar aftur, tá henda farsótt er farin framvið. Um ikki Heri, so fer vónandi onkur annar út at tæna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina