Heri fer á bíbliu- og missiónsskúla

Fríggjadagin 31. januar fer 21 ára gamli toftadrongurin Heri Danielsen til Moldova á bíbliu -og missiónsskúla hjá OM. Hann skal vera burturi í fimm mánaðir.

– Tað var í desember, at eg tók avgerðina at fara, og tí er avgerðin nokk so nýggj. Eg havi verið við einum TIM-toymi (tannáringar í missión) hjá OM í Moldova, so eg kenni til umstøðurnar. Vit koma at búgva á somu missiónsstøð. Eg veri burturi í fimm mánaðir, og teir vera býttir millum undirvísing og starvsvenjing. Ein part av tíðini vera vit í Rumenia, sigur Heri.

– Eg gleði meg til at møta hinum næmingunum, sum koma úr ymiskum londum. Vit verða millum 10 og 20 næmingar, og undirvísingin verður á enskum. Starvsvenjingin verður saman við lærarunum, sigur hann.

– Tað var gott, at tað varð biðið fyri mær á møtinum í missiónshúsinum Tabor í kvøld. Bønin hevur stóran týdning, og tað er gott at vita, at meinigheitin biður fyri mær, sigur Heri Danielsen.

LES EISINI  Tey hugna sær á Toftum

Við í forbønini vóru Jaspur Højgaard frá ungdómsarbeiðinum og Olaf Magnussen, formaður fyri Tabor á Toftum.

Hera verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Frá møtinum í Tabor fyrr í kvøld

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina