Heri Kjærbo nýggjur formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini

1. august fær Kirkjuliga Heimamissiónin nýggjan formann. Talan er um Hera Kjærbo, sum tekur við eftir Símun P. Jacobsen.

Heri Kjærbo er 56 ára gamal og býr í Havn. Seinastu 6 árini hevur Heri verið formaður í Meinigheitshúsinum í Havn. Frá 1998 til 2006 var hann í starvi hjá Luthersku kirkjuni í Tansania, og hevur áður verið í løntum starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini frá 2009 til 2013.

Vit bjóða Hera hjartaliga vælkomnum í tænastuna, og biðja Guds signing yvir ta uppgávu, sum hann nú fer undir á odda fyri høvuðsstýrið.

LES EISINI  So er ársroknskapurin fyri 2019 klárur.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina