Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað

Fyrr í ár vóru Harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir. Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað,
heim til mín Gud, heim til Gud,
inn í hin bjarta, hin æviga dag,
heim til mín Gud, heim til Gud,
hvítar sum snjó eru høllirnar har,
følnaðar blómur har aldri ein sær,
svunnin er náttin, sum her niðri var. –
Heim til mín Gud, heim til Gud!

Aldri har rennur eitt iðranar tár
í Himmalheiminum har;
lívssólin skínur so bjørt og so klár
í Himmalheiminum har;
svunnin er sorgin og sárini grødd,
gráturin køvir ei har vára rødd,
inn at Guds hjarta vit halla várt høvd
í Himmalheiminum har.

Ei skulu vinir tá skiljast sum her
í Himmalheiminum har;
gleðin og friðurin valdandi er
í Himmalheiminum har;
lívsáin rennur har glitrandi fríð,
har á gullgøtunum gloymt er alt stríð,
tá verður gleði, ei endar tann tíð
í Himmalheiminum har.
Seinasta ørindi í F-dur

Har ljóðar songurin betur enn her;
kom hagar, kom hagar, kom!
Markað til deyða alt her niðri er;
kom hagar, kom hagar, kom!
Fagurt er staðið, sum Jesus tær beyð,
har sløkkist sorgin, og gloymd er øll neyð,
har blómar rósan í Saron so reyð;
kom hagar, kom hagar, kom!

V. Danielsen týddi.

LES EISINI  Sangframførsla: O, veldis Gud - Vox
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina