Hevði tín trúgv megna miskunnarleysa forfylging?

Tá ið starvsfólk hjá Open Doors á fyrsta sinni hittu Baher*, var hann ógvuliga friðarligur, men knappliga brast hann og var bæði óður og vreiður.

”Er Guð til? Hvar er Guð í mínum lívi? Um Guð hevur alt vald, sum tit siga, og hann vendir øllum til tað góða, hví er hann so farin frá mær? Hví hevur hann valt meg út til slíka pínu og at bera kropslig brek? Eg hati meg sjálvan, og eg hati Guð”.

Á arbeiðsmarknaðin 13 ára gamal

Baher vaks upp undir fátækum korum saman við fýra systrum og einum eldri bróður. Foreldrini vóru sjúk og ikki før fyri at breyðføða familjuna, og tí fór Baher úr skúlanum einans 13 ára gamal. Hann arbeiddi saman við eldra bróður sínum í einum av mongu kálkgrótbrotunum í Norðuregyptalandi. Sum kristin kundi hann ikki arbeiða nakra aðrastaðni í økinum – bara vandamikil størv sum hetta í kálkgrótbrotum var ein møguleiki.

LES EISINI  Tóku kirkju niður “vegna fyrilit fyri hinduistiskum Feng Shui”

Misti armin

Longu ta fyrstu vikuna, Baher arbeiddi í grótbrotinum, varð galið. Meðan hann sleipaði ein stein til skerimaskinuna, var hann eitt eygnabragd ikki nóg ansin – skerimaskinan rakti hann, skar eina langa og djúpa rivu í annað beinið og knústi leggin.

Hann datt um koll, og í fallinum endaði vinstri armur í maskinuni. Hann lá og hugdi, meðan maskinan skar niðasta part av arminum av. Hann svímaði, og tá ið hann vaknaði aftur á sjúkrahúsinum, var tað við 65 stingum í beininum og einum vinstra armi, sum endaði nakað undir alboganum.

Seks ár eftir vanlukkuna hjá, Bahers, doyði bróðir hansara.

“Tá ið tað hendi, brast hjartað í mær, og eg misti alla vón um nakra framtíð,” sigur Baher, sum nú gjørdist enn meira vreiður inn á Guð.

Hann hevði mist ein arm og ein bróður. Eisini upplivdi hann, at tær kristnu familjurnar í hansara bygd vórðu álopnar, heimini rænd og brend í grund.

LES EISINI  Open Doors: Kina hevur stongt 10.000 kirkjur í 2023

Tað endaði við, at Baher vendi Guði og kirkjuni bakið. Soleiðis funnu starvsfólk hjá Open Doors hann, og hóast tað fyrsta møtið teirra millum var kensluborið, varð eitt álit og eitt samband spakuliga bygt upp, og Baher fekk hjálp fyri síni trauma og teir spurningar, sum plágaðu hann viðvíkjandi Guðs góðsku og almátti.

Eisini fekk hann eitt lítið lán, sum gjørdi tað møguligt hjá honum at stovna eitt lítið virki við seyðahaldi, eins og hann teknaði seg til eitt bíbliuskeið. Henda hjálpin umbroytti lív hansara og gav Baher vóngóð framtíðarútlit.

Frá brigslan til tilbiðjan

Baher er í dag 25-ára gamal, og hann hevur góðar vónir, tilveran sær ljós út. Hann megnar at forsyrgja familju síni og hevur fingið samband sítt við Guð av nýggjum. ”Eg eri givin at brigsla Guði og eri farin at tilbiðja hann ístaðin. Eg eri fyltur við takksemi. Um Open Doors ikki hevði rætt mær eina hjálpandi hond, hevði eg framvegis verið fyltur við beiskleika, pínu og vreiði,” slær hann fast.

LES EISINI  Fyrrverandi Hizbollah hermaður upplivdi megina í Jesusi Kristi

Tú kanst hjálpa kristnum í líknandi støðum í Egyptalandi.

• Fyri 300 krónur kunnu trý forfylgd kristin í Egyptalandi fáa medisinska viðgerð og stuðul í ein mánað.

• Fyri 525 krónur kunnu ung kristin, sum arbeiða í grótbrotum, fáa eitt bíbliuskeið, sum eisini styrkir tann kristna felagsskapin og trúgv teirra.

• Fyri 750 krónur fær ein forfylgd, kristin familja eitt lítið lán, so tey kunnu stovna egið virki, sum tryggjar familjuna búskaparliga.

Stuðla á kontu 6460-6058169 – viðmerkt “Egyptaland”

Open Doors Føroyar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina