Hevur tú Gud við til arbeiðis?
80.000 tímar! So nógva tíð brúkar eitt menniskja til arbeiðis. Tað greiddi norski Steinar Opheim frá, tá hann vitjaði í Føroyum seinasta vikuskifti. Arbeiði fyllir altso ein rættiliga stóran part av lívinum, og tað er sjálvandi eisini galdandi fyri kristin.
Sært tú Guds vilja í tínum arbeiði?
Steinar Opheim bjóðaði áhoyrarunum av at umhugsa, hvat Guds vilji er við teirra arbeiði. Tað var ikki so lætt at svara hjá øllum. Tí hvat hevur mítt starv við Gud at gera, um eg eri sakførari, bankaráðgevi, sjómaður, stjóri ella – ringast av øllum – politikari? Men tað var gjørdist eisini skjótt greitt, at tað er ein góður spurningur at kenna svari á. Gud hevur ikki skapt menniskju til at liva eitt uppdeilt lív, har eingin samanhangur er millum arbeiði, frítíðarvirksemi og trúarlív.
Her vísti Steinar Opheim millum annað til nakað, sum Paulus skrivaði í Kolossubrævinum: Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum (Kol. 3:23). Tað varð undirstrikað, at alt vit gera skal vera umgyrt av Gudi. Og hann hevur í grundini ein vilja við hvørjum einstøkum okkara og tí arbeiðslívi, vit hava. Sostatt er tað meiningsfult fyri Gud, tá fiskimaðurin fangar fiskin, og ein annar hagreiðir fiskin á einum virki, meðan ein triðji koyrir hann til flutningsskipið, har ein fjórði syrgir fyri flutningi víðari til eina fremmanda havn, har ein fimti tekur imóti og ein ottandi, níggjundi og tíggjundi verður mettur.
Tað er meiningsfult fyri Gud, at alt hetta verður møguligt, tí nærlagdar kvinnur og menn hava stýr á fíggjarviðurskiftum, og dugnaligir sakførarar arbeiða fyri góðum og rættvísum loysnum, tá ósemja stingur seg upp. Og á henda hátt tekur einhvør sítt pláss sum umsitari av skapanarverkinum við at útføra sítt arbeiði fyri Harran.
Síggja tínir starvsfelagar, at tú ert kristin?
Stundir vóru eisini til at seta sjóneykuna á tað við vitnisburðinum um Jesus á arbeiðsplássinum. Steinar Opheim undirstrikaði, at her mátti tað fyrst og fremst vera samanhangur millum tað, ið starvsfelagarnir síggja, og tað teir hoyra. Út av seks punktum, sum hann ramsaði upp, var tað sostatt bert tað eina punktið, ið snúði seg um at fortelja starvsfeløgunum evangeliið við orðum. Hini fimm punktini snúðu seg um tilgongdina hjá tí kristna til arbeiðslivið og starvsfelagarnar.
- Vís gudrøkið lyndi og atburð
- Ger eitt gott arbeiði
- Vís náði og kærleika
- Ávirka mentanina
- Tala fyri sannleika og rættvísi
- Luta gleðiboðskapin
Tað var Meinigheitshúsið í Havn, sum hevði bjóðað Steinar Opheim til tema-vikuskifti. Men hann fekk eisini tíð til at møtast ein heilan dag við øllum starvsfólkunum hjá Heimamissiónini, har hann tosaði um hvussu vit sum missiónsrørsla kunnu hjálpa menniskjum at síggja arbeiðslívið sum ein part av Guds vilja og ætlan fyri menniskja.
JB umsetti