Hevur tú í Jesu sárum funnið frið

Fyrr í ár vóru Harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir. Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

Hevur tú í Jesu sárum funnið frið,
er í blóði tín sál tváað rein?
Lítur tú nú eina á hans náði, sig –
er í blóði tín sál tváað rein?

Niðurlag:
Er tín sál tváað rein,
er í blóði tín sál tváað rein?
Eru klæði tíni hvít sum kavi nú –
er í blóði tín sál tváað rein?

Er tín byrði svunnin og títt tunga stríð,
er í blóði tín sál tváað rein?
Rann við krossin upp ein nýggj, ein náðitíð,
er í blóði tín sál tváað rein?

Tá ið Jesus kemur, sleppur við tú tá,
er í blóði tín sál tváað rein?
Kanst tú tá við frímóði hans ásjón sjá,
er í blóði tín sál tváað rein?

Legg tín syndaklædning burt, á sál, í dag,
og í Jesusar blóði verð rein!
Lívsins kelda flýtur nú á hesum stað,
sál, í Jesusar blóði verð rein!

LES EISINI  Sangur við Skálafjarðarbólki

*Elisha A. Hoffman (Amer.), 1839-1929.
(V. Danielsen týddi).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina