Hevur tú sæð, hvat Aretha Franklin legði eftir sær?

Tá songkvinnan Aretha Franklin, hin stóra soul-drotningin, andaðist í 2018 lat hon eftir seg eitt tíðarhylki, ið myndaliga sæð varð jarðað í 1972. Men nú er tað komið aftur undan kavi sum ein arvur, tann vælumtókta songkvinnan legði eftir seg til øll gospel-elskandi. 

Tíðarhylkið, ið goymdi seg á eini goymslu í Hollywood, umfatar ein dokumentar frá 1972, sum av tekniskum ávum aldri varð gjørdur liðugur. Men longu áðrenn Aretha Franklin andaðist vóru filmsupptøkuframleiðarar og tøkningar í ferð við at finna goymda dýrgripin. 
 
Í 1972 var Aretha Franklin 29 ára gomul. Hon hevði stóra framgongd á verðsliga tónleikapallinum, men so kendi hon, at tíðin var komin at syngja andaligu sangirnar, ið var tónleikurin til hennara barndóm.  

Aretha Franklin vaks upp í Detroit, har pápi hennara, C.L.Franklin, var prestur í Bethel Baptist Church. Her sang Aretha í kirkjukórinum, og frá tí, at hon var 14 ára gomul, gjørdist hon høvuðssolistur í gospelbólkinum hjá pápanum. 

LES EISINI  Framførsla: Jesus, tú Guds lamb.

Og nú ætlaði hon eina stund at venda aftur til Gospeltónleikin. Og tað skuldi vera við eini Live upptøku við áhoyrarum. Upptøkurnar fóru fram fleiri kvøld í januar mánaði 1972 og úrslitið varð plátan, Amazing Grace, ið gjørdist mest selda gospelpláta nakrantíð. Tað gjørdist til meira enn 2.000.000 eintøk.  
 
 

Hvat tíðarhylkið hevði í sær  

Tað, sum ikki mong vistu av, var, at dagarnir í kirkjuni vórðu tiknir upp á film. Oscar-vinnandi leikstjórin, Sydney Pollack hevði leikstjórnað upptøkunum, men tá teir komu heim í studii, funnu teir út av, at ein tekniskur feilur hevði tað við sær, at tað gjørdist ómøguligt  at synkronisera ljóð og myndir við hvør annað. Tí endaðu upptøkurnar í goymsluni í nærum 50 ár.  

 
Fyrst í 00’unum gjørdu tey aftur eina roynd at sannføra Arethu Franklin til at geva út upptøkurnar. Nýggja talgilda tøknin gjørdi, at tað nú var gjørligt at loysa trupulleikan við synkroniseringini. Men tað varð av ongum. Franklin kravdi meir pening, enn tað nakrantíð áðrenn var goldið fyri ein dokumentar. Hildið verður, at hon kravdi so nógv vegna vónbrot yvir Hollywood, ið hon helt hevði misrøkt og feilað at gera hana til eina filmstjørnu fyrst í 70’unum. Aðrar stórar songkvinnur sum Diana Ross og Barbara Streisand gjørdust filmstjørnur, men ikki Aretha Franklin. 

LES EISINI  Framførsla: Góðska Guds

Sæð í bakspeglinum kanst tú helst spyrja teg sjálvan, um Hollywood var klárt til at gera enn eina myrka kvinnu til filmstjørnu í tí tíðini. Hóast fleiri myrk, sum Diana Ross, eydnaðist at fáa gjøgnumbrot, so fanst kortini ein forðan millum svørt og hvít, sum var torfør at sleppa uttanum. Sum Sheila Scott-Wilkinson segði til the Guardian í 1971: “Ein svartur leikari, ið er vánaligur, verður góðtikin, men ein svartur leikari, ið er góður, ger tey hvítu fjálturstungin”. Og tað var vónbrotið yvir slík viðurskifti, ið fekk Arethu Franklin til at seta alt ov høg krøv til framleiðsluaktørarnar. 

  
Men tað skal meira enn eitt nei til at steðga einum framleiðara frá Hollywood. Tá tað kom fram, at Franklin var sjúk av krabba, byrjaðu upptøkurnar av filminum – uttan hennara loyvi. Leikstjórin , Allan Elliot, sigur frá, at Franklin júst náddi at síggja filmin, ið hon var nøgd við, men at man samdist um at bíða til hon var deyð. So mátti familjan taka støðu til, um filmurin kundi almannakungerast. 

LES EISINI  Jerúsalem, Guds halga stað!

Restin er søga. 12.august 2018 andaðist Aretha Franklin og 12.november kom filmurin út. Júst nú liggur hann á dr.dk/tv, har hann kann síggjast ókeypis. 

Filmurin umfatar fyrst og fremst sangirnar og tónleikin, men eisini sæst eitt sindur av, hvat hendir í kirkjuni undir upptøkunum. Tað kann ikki vera nakar ivi um, at filmurin avgjørt má síggjast av einum og hvørjum gospel-elskandi áskoðara. 

/ Buttons  

Hygg ókeypis at filminum á DR TV  

https://www.dr.dk/drtv/program/aretha-franklin_-amazing-grace_218891

Hoyr plátuna Amazing Grace á Spotify:  

/ Spotify  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina