Hilda Viderø 70 ár
Síðani 2018 havi eg havt tað stóru gleði at arbeitt saman við Hildu og er virðingin fyri Hildu vorðin bara størri sum tíðin gongur.
Hilda, tú ert ein eldsál av eini aðrari verð og eg havi lært so nógv av tær, hvussu tú ert og hvussu tú arbeiðir.
Havi eg bara ein part av tíni orku og tínum áræði tá eg verði 70, so eri eg heppin.
Í dag eri eg eisini glað og errin, at eg sleppi at kunngera, at eitt heiðurstiltak verður fyri Hilda Viderø í Mentanarhúsinum ‘Varpið’ í Klaksvík leygardagin 11. januar, sum eg eri so sera spent til.
Sølan av atgongumerkjum byrjar í kvøld 2. januar. Atgongumerki á 500 kr. fáast frá Mirjam og á atgongumerki.fo (Sí mynd niðanfyri.)
Hilda, eg ynski tær hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum. Má Jesus framhaldandi vælsigna arbeiðið hjá tær.
Eg gleði meg at sleppa at hátíðarhalda teg í Varpinum 11. januar.
Heilsan
Krista Hvannastein
