Himmalin í Havn um vikuskiftið

Í fjør royndi meinigheitshúsið í Havn eitt nýtt tiltak, og tað verður endurtikið nú um vikuskiftið. Steðgað verður í fýra dagar við eitt ávíst tema, og endamálið er at styrkja bíbliukunnleikan.

Evnið í ár er Himmalin, ið verður viðgjørt frá ymiskum sjónarhornum. Tí tað er umráðandi at vita meira um staðið, ein ætlar sær til.

Undirvísarar verða Alfred Olsen og Øssur Kjølbro, ið fara at kava niður í Skriftirnar fyri at vita, hvat tær siga um himmalin.

Spurningar, sum væntandi verða umrøddir, eru eitt nú: Hvussu verður himmalin? Hvat hendir eftir deyðan og inntil uppreisnina? Hví bíðar alt skapanarverkið eftir uppreisnini? Hvat merkir tað at vit síggja Gud? Verður gamla jørðin oyðiløgd ella endurnýggjað? Hvat er tað nýggja Jerúsalem? Verður tað tíð og rúm, sól og máni, sjógvur og vatn? Hvussu verður likam okkara? Eta og drekka vit? Hvussu verður við familju, vinum, hjúnafelaga? Verður tað nakrantíð keðiligt? Hvat við list, ítrótti og undirhaldi?

LES EISINI  Heima í himlinum

Øssur talar hóskvøldið og sunnukvøldið, og Alfred talar fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Hvørt kvøld verður byrjað klokkan 19.30, tó sunnukvøldið klokkan 18.

Tað verður eisini sangur á skránni. Leygarkvøldið syngur Katrin á Borg Johannesen, og sunnudagin verður tað kvinnubólkurin Tabitha.

Drekka verður eftir hvønn temadag, og sunnukvøldið verður nátturði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina