Himmalskur fótbóltur á Skálafjørðinum 

Bíblia, fótbóltur og pylsur vóru á skránni á Skálafjørðinum leygarkvøldið. Ung úr Tabor á Toftum tóku ímóti SALT (ung úr Meinigheitshúsinum í Havn) á Svangaskarði. Hinmegin fjørðin tóku tey ungu í missiónshúsinum á Strondum ímóti Glóð (ung úr Gøtu og Leirvík). 

Byrja varð við ungdómsmøti klokkan 20.00. Marjan Kass Nielsen hevði eina andakt á Svangaskarði, har hon tosaði um týdningin av at fyrireika seg fyri at vinna dystin. Sama meginregla er galdandi, tá vit renna eftir tí æviga sigrinum. 

Á Strondum talaði Petur Súni Jacobsen í missiónshúsinum. – Tað var ein sera góð tala, har hann vísti á, hvønn týdning Jesus hevur fyri okkum, og hvussu gott tað er, at vit hava Jesus í øllum okkara viðurskiftum, sigur Bjarta ÁsbjørnsdóttirArge, sum er í ungdómsnevndini á Strondum.  

– Eftir møtið í missiónshúsinum fóru øll niðan á vøllin. Dysturin varð bríkslaður í gongd og ikki gekk leingi til Strandingar høvdu mist alla vón. Glóð legði seg á odda 4-0, áðrenn strandingar fingu sítt fyrsta mál, sigur Bjarta, og heldur áfram: 

LES EISINI  Oktoberlegan: Útsett enn einaferð

– Í seinna hálvleiki, tá støðan var blivin 5-2 til Glóð, avgjørdu genturnar, at nú var tíð hjá teimum at fáa eina løtu á vøllinum. Allir dreingirnir blivu skiftir út, so tað bert vóru gentur eftir á vøllinum. Strandagenturnar vístu seg frá síni bestu síðu hesa løtuna og innheintaðu tvey mál. Dreingirnir vildu tó sleppa inn síðstu løtuna, og dysturin endaði við einum sigri til Glóð á 6-4. Fleiri gentur av Strondum løgdu einki í tapið, tí tær vistu, at í sínum parti vunnu tær 2-0.  

Hinumegin fjørðin stóð eisini hart ímóti hørðum. Tey ungu úr Tabor høvdu tó yvirhondina, og dysturin endaði 7-4 til heimaliðið. 

Eftir dystirnar var grill-veitsla báðumegin fjørðin. Dann Johannesen av Nesi greiðir frá, at kl. 00:30 skifti veitslan í Tabor yvir í eitt spontant lovsangskvøld, so klokkan var nógv áðrenn tey vóru liðug. 

Og á Strondum sigur Bjarta, at hóast tey taptu, var hetta ein sera góður dystur við einum super endamáli – at samla tey ungu um tað besta vit eiga, Jesus, og at samansjóða Heimamissiónsungdóm í álvara og gaman.  

LES EISINI  Myndir frá spontanu lovsongsløtuni í gjár

– Vit vilja takka okkara røsku ungu fyri, at tey trúføst møta upp hvørt leygarkvøld. Vit vilja takka trúføstu foreldrunum, sum fylgja við og heppa uppá okkara ungu frá síðulinjuni. Vit vilja takka Glóð fyri eitt sera hugnaligt kvøld og ynskja teimum Guds signing í teirra arbeiði. Størstu tøkkina eigur Gud, sum vælsignar okkum við okkara andaligu systkjum, sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge at enda.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina